Tøkk úr Eysturríki til bjargingarfólk í Føroyum

Tey takka fyri arbeiðið hjá bjargingarfólkinum og fyri samkenslu, tá ið ein eysturríkari hvarv í Fugloy í januar í ár

Sendiharrin hjá Eysturríki í Dannark, hevur nú sent føroyingum takkarskriv í sambandi við hendingina, tá ið ein eysturríkari hvarv í Fugloy í januar í ár.

Hann var farin til Fugloyar, men hann hvarv og kom ikki aftur í aftur, hóast nógv fólk leitaðu, bæði úr luftini, á landi og á sjónum.

Í samstarvi við bæði fugloyingar, bjargingarfólk og Atlantsflog, gjørdi løgreglan, eitt stórt arbeiði at finna fram til familjuna hjá manninum, og seinni fekk hon so eisini høvi til at vitja í Fugloy, har maðurin var horvin.

Og nú hevur sendistovan hjá Eysturríki í Danmark sent løgregluni í Føroyum takkarskriv, har tey takka løgregluni, og øllum bjargingarliðnum fyri tað stóra arbeiðið tey gjørdu fyri at bjarga manninum  

Men tey siga, at serliga virðismeta tey ta samkenslu allir føroyingar sýndu familjuni.