Hans Eiler Hammer
Sóknareprestur
Sannur hátíðardámur valdaði í Dómkirkjuni sunnudagin hin 14. mars 2004. Har sótu vit, teir flestu prestarnir í landi okkara. Har sat kirkjuráðið fyri Dómkirkjuna, har sat leiðslan í Hini Føroysku Fólkakirkjuni, og har sótu kirkjutænararnir við Dómkirkjuna. Har sótu familja, vinir og kenningar og mong onnur. Vit vóru komin saman til prestavígslu. Øll vildu vit verða við at fagna tí unga Skálamanninum, Jóannis Fonsdal.
Eftir at Føroya biskupur hevði hildið vígslutalu, lósu 4 ymiskir prestar Guds orðs vitnisburð um orðsins tænastu. Ein av hesum Guds orðs vitnisburðum var frá 2.Tim. 4,1-5: "Eg leggi tær dýrt við fyri ásjón Guds og Krists Jesu, sum døma skal livandi og deyð, og við opinbering hansara og ríki hansara: Boða orðið, ver at í tíð og í ótíð, aga, revsa, áminn við øllum langmóði og allari leiðbeining! Tí at tann tíð skal koma, tá ið teir ikki skulu tola hina heilnæmu læruna, men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, soleiðis sum tað kitlar teir í oyruni, og teir skulu venda oyrunum frá sannleikanum og venda sær at ævintýrum. Men ver tú edrúur í øllum lutum, tol ilt, ger trúboðara gerning, fullfør tænastu tína!
Sum tín starvsfelagi vil eg her bera tær eina hjartans tøkk fyri títt trúfesti ímóti tí uppgávu, sum á hesum hátíðardegi bleiv løgd á tínar herðar! Tøkk fyri, at tú hevur havt mót til at tola ilt og at standa á orðsins kletta grund, eisini teir dagar, tá hart hevur leikað á! Tøkk fyri, at tú hevur ámint og prædikað orðið við toli og allari leiðbeining! Tøkk fyri, at tú hevur verið trúgvur ímóti Kirkjunnar Harra. At hetta títt trúfesti, nú 17 mánaðar seinni, hevur kostað tær títt starv í Hini Føroysku fólkakirkjuni harmist eg stórliga um tína vegna, familjurnar vegna og Føroya fólks vegna. Ja, okkurt skal barnið eita, tá tú frá kirkjunnar leiðslu og kirkjumálaráðnum fært at vita, at tað ikki er peningur til, at tú kanst halda áfram í starvi tínum. Tó eru vit fleiri, sum vita og hava sæð á skrift, at hetta er ein duld orsøk!
At tú hin 1. september byrjar í sóknarprestastarvi við Emdrup kirkju í Keyp-mannahavn eftir, at tú hevur fingið asnasparkið úr hini Føroysku Fólkakirkjuni av prósti og biskupi, fegnist eg tína vegna um. At tú bleivst einmælt innstillaður av kirkjuráðnum við Emdrup kirkju, eftir at tú hevur verið til samrøðu og royndarprædiku, eigur kirkjuráðið við Emdrup kirkju eina stóra tøkk fyri.
Eg vil ynskja tær og Sigrid og børnum tykkara Guds ríku signing í tí gerningi, sum tit nú standa yvirfyri.
Í 1.Pæt. 5,2-4 stendur: Røktið tað Guds fylgið, sum er hjá tykkum og havið umsjón við tí, ikki treyðir, men hugaligir, eftir Guds vilja; heldur ikki fyri ósømiligan vinning, men av góðum huga; ikki heldur soleiðis, at tit vilja ráða yvir kirkjuliðunum, men soleiðis, at tit verða fyrimynd fyri fylginum; og tá skulu tit, tá ið yvirhirðin verður opinberaður, fáa hin ófølnandi krans dýrdarinnar.