Hjartaliga takka vit tær, Jørgen, fyri tíðina, tú á so virðiligan og dugnaligan hátt røkti starvið sum landsstýrismaður, til nú samgongufelagar og sokallaðir vinir sviku teg.
Samstundis takka vit tær, Jóanis, fyri tíðina, tú fyrimyndarliga hevur røkt starvið sum løgtingsmaður. Vit eru errin av tykkum og ynskja tykkum blíða og bjarta framtíð.