Vit leggja samstundis til merkis, at Javnaðarflokkurin, Miðflokkurin og samgonguflokkarnir ikki hava svarað teimum spurningum, vit hava sett. Vónandi verður tað skjótt.
Inntil hesir hava svarað fara vit ikki at seta nðggjar spurningar. Hesuferð fer tó at koma við eini rættleiðing til eina meiningargrein, sum nú um dagarnar hevur verið í bløðunum.
Í grein í Dimmalætting skrivar Regin Eikholm, at ..?Í Íslandi var í 1918 og 1944 talan um næstan 100 % semju ella konsensus um loysing frá Danmark, bæði í Altinginum og millum íslendska fólkið...? .
Móti hesum setur Regin Eikholm, ? at í 1946 tóku bert 1/3 av føroyska fólki undir við loysing?.
Vit skulu royna at gera upp atkvøðugreiðslurnar í 1918 og 1944 í Íslandi og 1946 í Føroyum á sama hátt. Vit kunnu ikki vita hvat føroyska fólkið ella íslendska fólkið hildu, men vit kunnu nágreiniliga gera upp, hvussu veljararnir atkvøddu.
Í 1918 tóku íslendingar støðu til spurningin um fullveldi við einari fólkaatkvøðu, og í 1944, aftaná 26 ára skiftistíð, tóku íslendingar støðu til spurningin um at loysa - seta tjóðveldið á stovn - við einari fólkaatkvøðu.
Í 1918 atkvøddu 40,5 % av veljarunum í Íslandi fyri fullveldi. Í 1944, tá Ísland hevði havt 26 ára skiftistíð, atkvøddu 96,1 % av veljarunum fyri loysing. Í 1946 atkvøddu 33 % av veljarunum í Føroyum fyri loysing.
Leggjast má afturat, at í 1918 atkvøddu íslendingar um ein sáttmála um fullveldi, sum var gjørdur av dønum og íslendingum í felag og samtyktur á Altingi. Í 1946 atkvøddu føroyingar um 2 spurningar. Eitt stjórnartilboð, sum danska stjórnin einsamøll hevði lagt úr hondum, og stovnan av føroyska tjóðveldinum við loysing frá Danmark. Hóast hetta fekk loysingin meiriluta.
Fyri Hesuferð
Erla Olsenysa truplar spurningar og vandamál, men vánaligt kjak ? klandur ? loysir ikki úr góðum.
Á síðu 4 í bóklinginum eru nevndar 5 ásanningar, sum fekk verandi samgongu »at seta kós móti føroyskum fullveldi«. Ein av hesum ásanningum er, at vantandi vit um og ávirkan á tað, sum hendir í okkara egna landi ? serliga í okkara fíggjarheim ?, var orsøkin til, at samfelagið fór so rúkandi á heysin, og at »kreppan fyrst í nítiárunum gjørdist so hørð«.
Álvaratos, er hetta ikki at undirmeta ta vitan og tey ráð og tær ávaringar, sum okkara politikarar í eini 35 ár hava fingið frá Búskaparráðnum og Det økonomiske råd? Og ársfrágreiðingarnar frá landsstýrinum/ ríkisumboðnum í eins nógv ár: Er eingin dygd í teimum?
Nei, tað sanna man vera, at tær mongu løgtingslógirnar ? kanska einar 80 í tali ? við ongum kunngerðum ella reglugerðum um landskassaveðhald, landskassaútlán og landskassastudning til skip og virki máaðu burtur støðið undir tí føroyska búskapinum. Tær drenaðu landskassan og kostaðu skattaborgarunum milliardaupphædd. Hesar løgtingslógir vórðu jú eisini settar úr gildi, meðan kreppan leikaði á av tí harðasta. Hetta og onnur eyðmýkjandi tiltøk er ætlandi triðja orsøkin til, at samgongan setti »kós móti føroyskum fullveldi«: »Vit ásannaðu, at føroyskir myndugleikar vórðu tiknir av ræði hesi árini«.
Ella vóru kanska aðrar orsøkir til, at kreppan »gjørdist so hørð«? Blokkurin?! Men hann kom ikki fyrr enn í 1988 við avtalu 9. mars 1987 millum landsstýrið og stjórnina. Undir punkt 4 í avtaluni er tilskilað, at »Færøernes hjemmestyre kan inden for rammerne af gældende lovgivning frit disponere over bloktilskuddene«.
Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvat ið teir báðir løgmaður og statsministarin løgdu í orðingina »inden for rammerne af gældende lovgivning«. Hugsaðu teir um lógirnar við relatión til tey fimm ministeriini, nevnd undir sama petti í avtaluni, ella hugsaðu teir bara um lóglýdni í vanligum týdningi?
Teir eru báðir enn í góðum árum.
Heri Mohr
Fíggjarlógaruppskot fyri árið 1947.
Samandrigið.
1. DEILD
Inntøkur:
1. §. Skattur, tollur og onnur almenn gjøld6.400.000
2. §. Vinningur av rakstri ríkisstovnanna500.000
3. §. Inntøka av virðisbrøvum o.ø.50.000
????????
6.950.00
????????
II DEILD
Útreiðslur:
4. §. Hægsta stjórn landsins48.000
5. §. Løgtingið122.000
6. §. Stjórnmálarráðið402.000
7. §. Løgreglumál376.000
8. §. Dómsmál118.000
9. §. Lækna- og heilsumál1.203.000
10. §. Samgongumál1.382.000
11. §. Skúla- og mentamál1.353.000
12. §. Kirkjumál200.000
13. §. Vinnumál354.000
14. §. Sosial mál1.079.000
15. §. Ymiskar eftirlønir og studningar35.000
16. §. Til at taka278.000
?????????
6.950.000
?????????