Tóki og Tórður gleddu borgarstjóran við køkum

Jógvan Skorheim fekk kleynur og havragrýnskøkur frá næmingum í sjeynda flokki

Í sambandi við evnisdagar í skúlanum á Skúlatrøð, fingu 7. floksnæmingarnir Tóki Joensen og Tórður Sóleyðarson eina serliga uppgávu. Av evnunum, sum vóru at velja ímillum í evnisvikuni, høvdu teir valt sær evnið "Køk og vitjan", og uppgávan hjá teimum var í hesum sambandi at baka køkur og síðani at vitja og gleða onkran við køkum.

 

Teir báðir høvdu valt at gera ein serligan posa til borgarstjóran. Har høvdu teir skrivað eina heilsan og koyrt eyka nógvar køkur í til Jógvan Skorheim, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu síni.

 

Borgarstjórin var sjálvsagt ovurfegin fyri kleynurnar og havragrínskøkurnar, sum smakkaðu óføra væl, skrivar Klaksvik.fo.

 

Í morgin skulu næmingarnir, sum hava havt evnisviku, leggja fram, har teir greiða frá teirra upplivingum í samband við vitjanirnar.