Finnur Justinussen kennir ikki á sær, at hann er ein partur av ætlanini hjá Jönköping Södra. Tí hevur hann tikið eina avgerð um fyribils at spæla í Føroyum aftur.
Málslúkurin úr Gøtu verður aftur at síggja í føroyskum fótbólti komandi kappingarár. Sáttmálin við Jönköping Södra er uppsagdur, og framherjin hevur gjørt eina avtalu við Víking fyri komandi tvey árini.
- Eg velji at koma heim, tí at venjarin vildi leiga meg út nú í januar, soleiðis at hann kundi fáa ein annan áloypara inn, og eg kundi fáa spælitíð, greiður Finnur Justinussen frá.
Finnur var annars uppsettur upp á at fáa ein góðan uppstart, eftir at hava drigist við skaðar í longri tíð.
- Eg var nógv skaddur í fjør og gleddi meg at fáa ein orduligan uppstart aftur, og vísa hvør dugur er í mær, men hann vildi hava meg út í januar, og tá føli eg væl, at eg ikki eri ein partur av hansara planum, sigur Finnur.
Hevði Finnur verið útleigaður til annað felag í lægri deild í Svøríki, so metur hann ikki, at fótbólturin er á hægri stigið enn í Føroyum.
- Støðið í lægru deildunum her er áleið tað sama sum í Føroyum, tískil tók eg eina avgerð at koma heim. Men hetta er avgjørt ikki endin av uttanlandsdreyminum, sigur Finnur Justinussen at enda.
Finnur Justinussen hevur skotið 47 mál í 96 dystum í bestu deildini fyri GÍ og Víking.










