Í døgunum 2., 4. og 7. oktober verður møguleiki at taka vápnatrygdarskeið í Vestmanna, men treytin er, at nóg nógv tekna seg.
Skeiðið er samansett av tveimum teoretiskum kvøldum, sum enda við einari stuttari roynd og einum praktiskum degi, sum eisini endar við einari roynd.
Úr Vestmanna verður sagt, at undirvísingin fer fram á gomlu sýslumansskrivstovuni, og undirvíst verður frá klokkan 19-21.35.
- Tann praktiska undirvísingin verður á skjótibreytini hjá Vestmanna Byrsufelag, og klokkutíðin verður avtalað á seinna teoretiska degnum, verður lagt aftrat.