Tók upp á film tá sonurin setti eld á sjey ára gamlan

Ein maður úr Pensylvania í USA er handtikin fyri at hava tikið tað upp á film, at 15 ára gamli sonur hansara setti eld á sjey ára gamla sonin hjá gentu hansara.

Edward B. Myers tók tað upp við fartelefonini. Smádrongurin hevði bruna á triðja stigi um andlitið og bringuna, eftir at Myers hevði stoytt brenniløg á hann og hugdi at, meðan 15 ára gamli sonurin setti eld á klæðini hjá fosturbeiggjanum, skrivar Huffington Post sambært TV2.

Tá mamman kom heim, fór hon beinanvegin á sjúkrahús við dronginum, sum var brendur um 10 prosent av kroppinum.

Løgreglan kannar orsøkina til hendingina, sum sonur Myers skal hava kallað bara "skemt".