Tók sjálvsmynd í lastbilinum áðrenn álopið

Mohamed Lahouaiej-Bouhlel sum í síðstu viku drap 84 fólk, tá hann á franska tjóðardegnum koyrdi ein lastbil inn í eina mannamúgvu í suðurfranska býnum Nice, tók dagin áðrenn álopið fleiri myndir av sær sjálvum frammanfyri og í lastbilinum, ið hann brúkti í álopinum.


Tveir dagar áðrenn álopið tók hann eina mynd saman við einum vinmanni, har hann hevur longutong á lofti.
Á myndini smílist hann í bilinum, ið seinni varð brúktur í yvirgangsálopinum. Franskir myndugleikar meta, at myndin er tikin tann dagin, tá Mohamed Lahouaiej-Bouhlel kannaði økið, har hann framdi álopið.


Kvøldið áðrenn tók hann eina nýggja mynd, har hann stendur saman við einum manni frammanfyri lastbilinum. Mohamed Lahouaiej-Bouhlel smílist og tykist at vera í góðum lag á myndini.


Mohamed Lahouaiej-Bouhlel sendi báðar myndirnar til familjuna í Tunis áðrenn hann framdi sjálvt álopið. Franskir myndugleikar fingu hendur á myndunum, tá teir funnu fartelefonina hjá hópdrápsmanninum. Sambært Daily Mail, so hava myndugleikarnir funnið fleiri líknandi myndir á telefonini.


Maðurin, ið er saman við Mohamed Lahouaiej-Bouhlel á myndunum, er í løtuni í varðhaldi hjá fronsku løgregluni.


Tað er franska sjónvarpsrásin TF1, ið hevur almannakunngjørt myndirnar av hópdrápsmanninum.