Spurningurin til Árna Gregersen var, hvussu uppstillingin hjá føroyska landsliðnum ímóti Skotlandi fór at vera. Men tað sum er stuttligt fyri okkum var, at hann tók Sosialin fram um Dimmalætting, tá hann segði, at vert var at leggja merki til, at ársins spælari í Føroyum, Fróði Benjaminsen, var ikki við hesaferð.
Bæði bløðini hava kosið ársins spælara í Føroyum. Miðlahúsið hevur havt eina atkvøðugreiðslu, har Fróði Benjaminsen var vinnarin. Dimmalætting hevur havt eina sms-atkvøðugreiðslu, har Arnbjørn Hansen varð valdur til ársins spælara.
Vit leggja til merkis, at blaðstjórin á Dimmalætting tekur atkvøðugreiðsluni hjá Miðlahúsinum fram um sína egnu atkvøðugreiðslu – og vit fegnast um góða samstarvsandan frá kappingarneytanum!J