Tók lívið av 1,7 mió. fólkum

Nuon Chea, sum var ein av teimum ovastu leiðarunum í tí illa gitna Khmer Rouge-stýrinum í Kambodia, varð tikin í morgun

Sambært kambodisku myndugleikunum kom løgreglan fram á Nuon Chea í býnum Pailin har norðuri í landinum tætt við teilendska markið.

 

Tann nú 82 ára gamli Nuon Chea er skuldsettur fyri at hava samábyrgd av, at minst 1,7 mió. fólk doyðu í sjeytiárunum, tá Khmer Rouge hevði valdið í Kambodia. Noun Chea var ein av teimum næstu medarbeiðarunum hjá ovasta leiðaranum, Pol Pot, sum doyði í 1998.

 

Nuon Chea hevur ofta verið umrøddur sum næstovasti og tann hugsjónarligi leiðarin í Khmer Rouge-stýrinum og sum maðurin, sum skipaði fyri áganginum ímóti kambodiska sivilfólkinum í árunum frá 1975 til 1979. Hildið verður, at næstan tvær mió. fólk doyðu av hungri, sjúku og ómenniskjaligari viðferð hesi árini.

 

Nuon Chea er tann ovasti Khmer-leiðarin, sum kemur fyri tann serliga ST-dómstólin, sum viðger mál um ræðustýrið í Kambodia. Har verður hann ákærdur fyri brotsverk ímóti mannaættini.