Stóra kappingin hjá Smyril Line "Finn eina ferð" heldur fram í dag, har sandoyingar júst hava verið úti og leitað.
Kappingin byrjaði klokkan tvey, og tað var ikki fyrr enn beint eftir klokkan trý, at ryggsekkurin við ferðini og øðrum vinningum bleiv funnin.
Tað var Palli Olsen, sum saman við soninum og abbasoninum, ið loksins fann Smyril Line ryggsekkin við vinninginum. Vinningurin var fjaldur við "højballurnar" við Vælkomin til Sands.
Um eina løtu, tað vil siga klokkan fýra, verður aftur farið á skattaveiðu eftir eini ferð. Hesaferð er tað í Suðuroynni, og kappingin fer fram í Vági. Ábendingarnar verða sum vant at síggja her á in.fo, á facebook-vanganum hjá Smyril Line og at hoyra á Rás 2.










