Í sjey ár sat ákærdi í frið og náðum og leitaði eftir, tók niður og hugdi at barnaporno heima á bústaði sínum. Tað var ikki fyrr enn danska ríkisløgreglan framdi eitt átak móti barnaporno í Danmark, at løgreglan kom á slóðina eftir manninum.
Danska ríkisløgreglan setti sær fyri at finna fram til barnaporno í Danmark. Við at taka støðið í teimum fílum, sum løgreglan var komin yvir í líknandi málum, og síðani leita eftir hesum á fíldeilingsnetverkum, fann løgreglan fram til onnur, ið høvdu sama tilfar. Síðani var bert eftir at finna fram til adressuna hjá viðkomandi.
Í oktobur 2014 kom danska løgreglan fram á eina føroyska adressu og settu seg tí í samband við løgregluna í Føroyum. Stutt seinni gjørdi løgreglan húsarannsókn á staðnum og handtók 63 ára gamla mannin, sum nú er ákærdur.
Elstu fílurnar á telduni hjá ákærda eru frá 2007. Síðani er dagfestingin so gott sum óavbrotin á fílunum, fram til hann var handtikin á bústaði sínum av løgregluni í desembur 2014.
Linda Margrethe Hesselberg, høvuðsákæri, spurdi í rættinum í dag mannin, um hann ongantíð óttaðist, at hann fór at verða tikin. Jú, tankin hevði rakt hann onkuntíð, segði ákærdi, men hann var kortini hildin á við levnaði sínum.