Átøk at skapa arbeiði og framtíð

Løgmaður og samgonguflokkarnir hava lúkað burtur átøk, ið kunnu skapa arbeiði og fáa fólk at støðast ella flyta til Føroya. Annað skinn má takast um bak

Høgni Hoydal
-------

Summi hava viðmerkt, at tey halda meg vera íðan og bersøgnan um nýggjársrøðu løgmans og arbeiðslag samgongunnar. Til tað er at siga, at løgmaður og sitandi samgonga alt ov leingi eru sloppin undan at standa til svars og at verða sett undir grundleggjandi krøv til eina politiska stjórn.

Hesir somu flokkar hava sitið við valdið í meira enn 6 ár og hava ábyrgdina av tí út av lagi ábrygdarleysa fíggjar- og búskaparpolitikki, sum oysti milliardir inn í ein glóðheitan búskap, løgdu onki til viks, rindaðu onga skuld og framdu hvørki framtíðarætlanir ella bygnaðarbroytingar.

Og nú tá átøk eiga at gerast til tess at skapa arbeiði og forða arbeiðsloysi – og ikki minst ungdómsarbeiðsloysi – er ongin politikkur at hóma. Ístaðin verður farið skeivan veg.

Sveinastykkið hjá samgonguni
Í síni ólavsøkurøðu fyri hálvum ári síðani fírdi løgmaður ikki fyri at taka heiður av vaksandi fólkatali og lítlum arbeiðsloysi. Og hann tosaði um vakstrarpakkar, ólavsøkupakkar, gransking, íløgur og eina fíggjarlóg, ið skuldi veðra ”sveinastykkið” hjá samgonguni.

Og hvussu royndist so sveinastykkið? Ja, har var onki stykki at meta um. Ongi átøk vórðu framd, og allar fráboðanir um pakkar av ymsum slag, vístu seg at vera tómar. Uppá eitt samdøgur, samtyktu samgongufólk ístaðin at minka íløgurnar við 100 mió. Tær íløgur, ið kundu forðað fyri arbeiðsloysi og gjørt framtíðarátøk fyri gransking, mentan og tilfeingi, ruku út. Tildømis Havrannsóknarskip og Tjóðleikhús. Bygnaðarbroytingar vóru ongar. Eftir var bara ein líggi, ið skarvaði eitt prosenttal av øllum. Tað hevur onki við politikk at gera, og ongin hevur sett seg inn í avleiðingarnar.

Seta hendur fyri eygu og oyru
Men løgmaður tekur onga ábyrgd á seg í nýggjársrøðuni. Hvørki av tí, sum hevur elvt til støðuna ella av øllum teimum brotnu lyftunum og tómu fráboðanunum. Hann nevnir nú ikki eitt orð um vaksandi arbeiðsloysið og ungdómsarbeiðsloysið ella um, hvussu vit kunnu fáa fólk at støðast ella flyta til Føroya. Ístaðin heldur hann uppá, at samgongan hevur framt stór tøk, bygnaðarbroytingar, semjur, gransking og ”størstu íløguætlan nakrantíð”. Hóast hetta er í stórari andsøgn við veruleikan.

Hetta ber ikki til at góðtaka. Tá so stórar avbjóðingar eru fyri framman, ber ikki til at seta hendurnar fyri eygu og oyru, og so rópa eina ósanna mynd av veruleikanum fram.

Íløgur, ið skapa arbeiði og framtíð
Vit eiga sjálvandi at semjast um, at gera tiltøk og íløgur, ið kunnu forða fyri vaksandi arbeiðsloysi. Har er Havrannsóknarskipið, og onnur avbjóðandi nýbygging, uppløgd íløga, har alt kann gerast í Føroyum og kann draga ymiskar fakbólkar og ófaklærda arbeiðsmegi til sín. Eisini er Havrannsóknarskip bæði granskingarfremjandi og styrkir okkara krøv til virðismikið tilfeingi. Harumframt eiga vit at gera íløgur, ið kunnu menna varðandi orkukeldur og samstundis skapa vitanar- og granskingarstørv. Og allar íløgur í mentan eru bæði arbeiðsskapandi og tjóðarbyggjandi – ikki minni í krepputíðum.

Ungdómsarbeiðsloysi og útbúgving
Eins umráðandi er, at vit til tess at forða fyri ungdómsarbeiðsloysi og fráflyting bjóða fleiri eina miðnámsútbúgving, lærlingaútbúgving og eftirútbúgving av ymsum slag. Og so skulu fleiri hægri útbúgvingar, og partar av hægri útbúgvingum bjóðast út á Fróðskaparsetrinum. Tað er langt síðani próvfast, at hetta er fortreytin fyri at hava størri partar av árgangum longri í Føroyum, umframt at fólk koma aftur, eftir at hava tikið aðrar partar av lestrinum uttanlands. Hartil skapar hetta grundarlag fyri fleiri granskingarstørvum.

Summi halda enn uppá, at hetta eru bara útreiðslur og fjas. Men tvørturímóti styrkir hetta búskapin og peningarenslið beinanvegin og økir um fólkatalið. Og harumframt er hetta besta íløgan til tess at skapa varðandi virðir og nýggjar inntøkumøguleikar frameftir.