Metstórt hall
Kongressin í USA hevur roknað út, at hallið á amerikonsku fíggjarlógini verður 477 milliardir dollarar í hesum fíggjarárinum, sum endar tann 30. september. Í seinasta fíggjarári var hallið 375 milliardir dollarar. Næsta fíggjarár verður heldur frægari, tí tá verður hallið 362 milliardir dollarar, sigur útrokningin hjá Kongressini.
Stjórin hjá George W. Bush, forseta sigur, at hon fer at skerja hallið á fíggjarlógini, og at tað skal gerast við almennum sparingum og skattalætta. Sambært uppskotinum hjá stjórnini skulu amerikanarar hava 1,7 billión dollarar í skattalætta, men hetta eru allir politikararnir ikki so fegnir um. Teir vísa á, at skattalættin fer at skerja inntøkurnar hjá ríkiskassanum, samstundis sum útreiðslurnar fara at veksa.
John Snow, fíggjarmálaráðharri, ásannar fyri CNN, at hallið á fíggjarlógini er alt ov stórt, men hann sigur, at hallið fer at minka, tá gongd kemur aftur á búskapin.
Afghanar heimaftur
Ein afghani, sum hevði søkt um friðskjól og uppihaldsloyvi í Danmark, varð sendur aftur til heimland sítt mánadagin.
Hetta er fyrstu ferð síðani seinasta summar, at donsku myndugleikarnir hava sent ein afghana til Afghanistan ímóti hansara vilja. Í juli í fjør vórðu tveir menn sendir til Afghanistan. Jørgen Tagge hjá ríkisløgregluni sigur, at ongar ætlanir eru um at senda fleiri fólk aftur til Afghanistan fyribils. Hetta kemst lutvíst av, at flóttafólkanevndin hjá ST hevur mælt Danmark og øðrum londum frá at senda afghanar heimaftur, tí viðurskiftini í Afghanistan eru ikki nóg trygg.
Nøkur fólk, sum flýddu til Danmarkar undan krígnum í Afghanistan, hava sjálvi valt at fara heimaftur. 196 afghanar, sum eru í Danmark, hava fingið boð um, at teir fáa ikki friðskjól, og at teir verða sendir heimaftur seinni, fara teir ikki sjálvir.
Churchill var tann besti
Skjøl frá 1953 avdúka, at svenska akademiið var í iva, tá tað í 1953 gjørdi av at lata Winston Churchill fáa bókmentaheiðursløn Nobels.
Í skjølunum sæst, at Churchill varð valdur fram um Ernest Hemingway, og at tveir aðrir mætir rithøvundar, amerikanarin Robert Frost og bretin Walter de la Mare, vórðu eisini vrakaðir. Somu lagnu fingu bretin Graham Greene og íslendski Halldór Laxness, sum eisini vóru í uppskoti hetta árið.
Í skjølunum sæst, at limirnir í svenska akademiinum ivaðust, og at summir teirra vóru ímóti at lata Churchill heiðurslønina. Onkur teirra helt heilt einfalt, at hann var ikki so góður høvundur, og onkur annar helt tað vera óheppið at lata einum virknum politikara bókmentaheiðursløn Nobels, tí tað kundi tulkast sum ein politisk heldur enn ein bókmentalig viðurkenning. Men meirilutin av nevndarlimunum hildu bretska fotrsætisráðharran vera ein so góðan rithøvund, at hann hevði heiðurslønina uppiborna.
Prógv ímóti Hitler
Hóast nógvir granskarar í mong ár hava roynt at finna prógv fyri, at Adolf Hitler sjálvur gav boð um at týna jødarnar í Evropa, er einki slíkt prógv funnið enn.
Men nú siga amerikanskir granskarar, at teir hava funnið prógv fyri, at Hitler sjálvur gav sínum monnum boð um at beina fyri jødunum í Fraklandi. Talan er um eitt skjal, sum Heinrich Himmler skrivaði tann 10. desember í 1942, og sum liggur í einum savni í Washington. Í skjalinum skrivar Himmler, at Hitler hevur givið boð um, at ímillum 600.000 og 700.000 franskir jødar skulu handtakast og flytast burtur. Tað stendur ikki, at teir skuldu takast av døgum.
Men tað eru ikki allir granskarar, sum halda hetta vera prógv fyri, at Hitler gav boð um at beina fyri jødunum. Summir teirra siga, at skjalið hjá Himmler hevur verið kent í fleiri ár, og at tað prógvar ikki, at Hitler gav boð um jødatýningina.