Pávin í øðini um grundlóg
Jóhannes Páll pávi er sera misnøgdur við, at kristindómurin ikki verður nevndur við einum einasta orði í teirri nýggju grundlógini hjá Evropasamveldinum.
? Vit kunnu ikki gloyma okkara kristnu røtur, segði pávin í bøn síni á Pætursplássinum sunnudagin. Hann takkaði teimum polsku biskuppunum, sum eisini hava sagt seg vera misnøgdar við, at kristindómurin ikki verður nevndur í grundlógini. Í einari kunngerð frá biskuppunum í Pólandi stóð, at tað ber ikki til at byggja eitt evropeiskt hús við at snara søguni.
Í teirri nýggju grundlógini hjá ES verður víst á tann felags evropeiska mentanarliga, átrúnaðarliga og humanistiska arvin, men kristindómurin verður ikki nevndur. Serliga Frakland var ímóti at nevna kristindómin í grundlógini, ivaleyst tí at har búgva rættiliga nógvir muslimar.
Gøla skakar Ukraina
Í Ukraina eru andstøðupolitikarar og onnur á gosi, eftir at tað er komið fram, at ein versonur Leonid Kutsjma, forseta hevur keypt tað størsta stálverkið í landinum fyri 780 milliónir dollarar, sjálvt um fleiri hægri boð komu inn. Eitt nú vildu russiskar, vesturevropeiskar og amerikanskar fyritøkur rinda meiri fyri verkið.
Stjórnin hjá Leonid Kutsjma vísir øllum skuldsetingunum aftur. Hon vísir á, at sambært útbjóðingartilfarinum kundu bara fyritøkur, sum høvdu framleitt meiri enn eina millión tons av koli í Ukraina tey seinastu trý árini, bjóða upp á stálverkið. Tað høvdu tær útlendsku fyritøkurnar ikki, og tí kundu tær ikki fáa verkið. Andstøðan sigur, at í veruleikanum var ikki talan um nakra útbjóðing, tí ætlanin hjá stjórnini var alla tíðina, at versonur forsetans skuldi fáa stálverkið.
Forsetaval verður í Ukraina í oktober. Leonid Kutsjma hevur boðað frá, at hann ætlar sær frá, og ta seinastu tíðina hava myndugleikarnir gjørt alt fyri at órógva valevnið hjá andstøðuni, skrivar Reuters.
Clinton illur
Fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton var um at missa tamarhaldi á sær sjálvum, tá bretska sjónvarpið BBC tosaði við hann nú um dagarnar um ævisøguna, sum Clinton júst hevur givið út.
Í samrøðuni spurdi sjónvarpsmaðurin, um Clinton iðrar seg um sambandið við skrivstovukvinnuna Monicu Levinsky. Sjónvarpsmaðurin var ikki nøgdur við svarið, sum hann fekk og endurtók tí spurningin fleiri ferðir. Men tað var í meira lagi fyri Clinton, sigur ein starvsmaður hjá BBC, sum hevur sæð samrøðuna, sum BBC sendir í kvøld.
Nógvir amerikanskir fjølmiðlar hava tosað við Bill Clinton um ta nýggju bókina, men bretsk tíðindafólk halda, at teirra amerikonsku starvsfelagar hava verið alt ov lagaligir við fyrrverandi forsetan.
Dømir ikki Hitler
Tann 9. oktober í 1942 skrivaði skrivarin hjá Adolf Hitler, Martin Bormann, undir boðini um at útrudda jødarnar í Evropa. Hóast hann formliga var skrivari hjá Føraranum, var Bormann roknaður sum ein tann týdningarmesti samstarvsfelagin hjá Hitleri.
Men elsti sonur Bormann, sum eisini eitur Martin Bormann, vil ikki fordøma pápan og heldur ikki Hitler sjálvan. Við blaðið Súddeutsche Zeitung sigur tann 74 ára gamli Martin Bormann, at pápi hansara hevði ábyrgdina av jødatýningini sum heild, men at hann hevði ikki ábyrgdina av tí, sum hendi í teimum ymsu týningarlegunum. Martin Bormann sigur, at pápi hansara var ikki ein harðrendur maður, og at hann hevði ikki kunnað beint fyri nøkrum.
? Eg havi lært, at øll fólk kunnu mistaka seg. Summi sleppa ongantíð burtur úr mistakinum, men tann einasti, sum kann døma pápa mín og Hitler, er Guð, sigur Martin Bormann við Súddeutsche Zeitung.