Tíðindaskriv frá Rhema

Stutt eftir, at Samkoman Rhema alment varð sett á stovn hin 18. sept. 1994, fór hon undir tiltakið at undirhalda INNFØDDAR EVANGELISTAR runt um í heiminum. Hetta arbeiðið er so við og við vaksið, og undirheldur Rhema í dag 30 trúboðarum í ymsum londum.

Í skrivandi løtu er talið:

15 trúboðarar í India

10 trúboðarar í Kina

1 trúboðara í Pakistan

1 trúboðara í Bangladesh

1 trúboðara í Gaza

2 trúboðarar í Letlandi (eini amerikansk hjún).

Ætlanin er, at hetta arbeiðið skal vaksa enn meira. Viðvíkjandi India og Kina so er visiónin at hava 100 evangelistar í India og 100 í Kina. Hetta hevur Harrin lagt okkum á hjarta. Ætlanin er at fullføra hesa visión.

Í komandi tíð er ætlanin at taka upp arbeiði í nógvum øðrum londum. Vit kenna, at hetta er bert ein lítil byrjan. Sum tíðin fer, er ætlanin eisini at víðka missiónsarbeiðið, so tað eisini umfatar neyðhjálpararbeiði o.t.

Gjøgnum hetta arbeiðið, luttekur Rhema eisini í barnaarbeiði, við tað, at vit stuðla børnum á Sri Lanka og Filipsoyggjunum. Eisini hetta skal víðkast.

Við at stovnseta missiónsfelagsskapin: Rhema Global Mission International, vóna vit at fáa so nógvar føroyingar og onnur sum yvirhøvur gjørligt, at vera við í missiónsarbeiðinum. Hetta stóra tiltak, nevniliga at náa allan heimin við evangeliinum um Jesus Kristus ? kann ongin gera einsamallur. Standa vit saman, eru vit sterk.


at senda onkran fyri teg

1. Sám. 30,24 sigur: ? Nei, tann, sum fór við í bardagan, skal ikki hava størri part av býtinum enn tann, ið eftir varð hjá viðførinum; teir skulu hava líka part!

Vit takka Gudi fyri hvønn føroying, sum vil fara út á missiónsmarkina at arbeiða. Men øll vit, sum eru eftir heima, kunnu eisini vera við í stríðnum, í bønini, í peningaligu hjálpini. Hvussu, sigur tú kanska. Jú, vit kunnu øll biðja og munnu ikki flestu okkara eisini kunna lata ein lítlan part, so tey har úti ikki skulu líða neyð.

Fyri at lýsa hetta skal eg tríva í eina hending, sum Aril Edvardsen var úti fyri. Hann sigur: Eg sat í lítlu stovu hennara. Hárið var gránað, ella nærum hvítt. Hon hevði livað í nærum 80 ár, og í mong ár hevði hon nú sitið einkja. Søga hennara var hugtakandi, men ikki eindømi. Hon vaks upp í einum kristnum heimi, har Gud hevði fyrstaplássið við andaktum og bøn. Næst Gudi vóru orðini hjá foreldrunum lóg. Tey vóru bæði gudrøkin. Hon ? dóttirin, kom á ungum árum til trúgv á Kristus, og skjótt kendi hon kallið til missiónsmarkina.

Men tá var fjarstøðan til missiónsmarkina longur enn hon er í dag til Mars. Foreldrini hildu, at hon kundi tæna Gudi heima. Harrin skuldi nokk syrgja fyri heidningunum.

Kallið brendi í henni í fleiri ár. Men hon slapp ikki av stað. Foreldrini vildu hava hana heima.

Nøkur ár seinni møtti hon einum ungum manni, sum hon fekk tokka til og tey giftust og fingu fleiri børn. Skjótt var hon so bundin heima, at tað var ómøguligt at fara út á missiónsmarkina.

Sum árini gingu kendi hon hesa pínuna hvørja ferð tosað varð um missión. Hon tók lut í ymiskum missiónsfelagsskapum heima. Ein dag druknaði maður hennara og hon sat einkja eftir við stórum barnaflokki. Men Gud hjálpti henni ígjøgnum. Ofta vóru tað trong kor, men í tí heiminum har Gud er gestur, fattast ikki dagligt breyð. Hon var eydnusom í Harranum. Men tó var tað altíð nakað sum plágaði hana. Sum hon ynskti, at hennara arbeiði fyri heidningarnar hevði verið meira virksamt og persónligt.

Men ein dag hoyrdi hon um arbeiðið hjá Troens Bevis við innføddum trúboðarum. Hon las blaðið og sá rópið: ?Øll mugu fara út, ella senda onkran fyri seg?. Ja, ? tað var júst hetta henni tørvaði nú. Hon var ov gomul til sjálv at fara út, men hon kundi kortini hjálpa til har úti ? við pengum og bønum sínum, ? ígjøgnum ein innføddan trúboðara sum staðgongumanni.

Í stovu hennara stóð myndin av einum manni. Tað var hennara staðgongumaður, ein innføddur trúboðari.

Eg dugi ikki at siga frá hvønn týdning hetta hevur fyri meg, segði hon tá ið hon var liðug at siga søgu sína. Tað er sum Harrin nú eftir mong ár hevur latið meg funnið frið í hesum spurninginum. Eg eri nú har úti á missiónsmarkini ? ikki í mínum gamla, útlivaða likami, men eg eri har ígjøgnum ein ungan, sterkan og brennandi innføddan evangelist sum mínum staðgongumanni.


Hvussu kann ein so stuðla?

Ætlanin er, at einstaklingar, samkomur, fyritøkur o. o. skulu fáa høvi at stuðla peningaliga. Hevur hetta tín áhuga og ynskir tú at vita meira um hetta arbeiðið, ert tú vælkomin at ringja til Fríðtór Debes, tel 318016 ella fartel. 217756.

Eisini vóna vit, at fólk vilja halda arbeiðinum uppi við at biðja fyri tí!

Sum eina viðmerking kann skoytast uppí, at vit arbeiða tætt saman við kenda norska missiónsfelagskapinum ?Troens Bevis Verdensevangelisering?, ið Aril Edvardsen er leiðari fyri. Eisini koma vit meir og meir at víðka samarbeiði við INTO ? international Outreach hjá Jørn Hyldgaard í Danmark, ið eisini ger eitt stórt missións- og neyðhjálpararbeiði.