Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum uppsagdur

Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya, er sagdur úr starvi. Annika Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóri, hevur handað honum eitt ætlanarskriv um uppsøgnina.

Hóast vit hava roynt fleiri ferðir at fáa viðmerking frá bæði Jón Briani Hvidtfeldt og Anniku Mittún Jacobsen, so hevur hvørgin teirra tikið telefonina, tá vit á Portalinum hava ringt til teirra. Vit hava biðið Rúna Heinesen, sum er formaður í stýrinum fyri Kringvarpið, um eina viðmerking, men hann hevur einki at siga til málið og vil hvørki vátta ella avsanna tíðindini - tí, sum hann sigur, so er talan um eitt starvsfólkamál, sum hoyrir heima undir stjóranum.

- Har eru tveir høvuðspersónar, sum tit kunnu spyrja, sigur hann.

Men tað sum Portalurin veit, er, at Jón Brian Hvidtfeldt hevur fingið eitt ætlanarskriv, har hann verður sagdur úr starvi sum tíðindaleiðari. Hann hevur í boði at halda fram sum vanligur journalistur í Kringvarpinum.

Jón Brian Hvidtfeldt hevur fingið 14 dagar freist til at svara ætlanarskrivinum. Orsøkin til ætlanarskrivið ? ella rættari uppsøgnina ? er, at óskil er í peningaviðurskiftunum og samstarvstrupulleikar.

Vit skilja eisini á lagnum, at alt hetta kortini ikki er so einfalt, sum kringvarpsleiðslan vil gera tað til, og at ein orsøk til ógreiðu fíggjarstøðuna er, at fíggjarætlanin er løgd út á hvørja deild fyri seg. Vit frætta eisini úr Kringvarpinum, at nógv starvsfólk á tíðindadeildini hava verið á fundi um málið í vikuni, og at tey stuðla tíðindaleiðaranum.