Tíðin hjá løgregluni rennur undan

Um nakrar dagar noyðist løgreglan at lata Tom Hagen húsini aftur, soleiðis at hann kann sleppa heim aftur til sín sjálvs.

 

Fyri góðum mánaði síðan bað norska løgreglan tingrættin um loyvi til at hava húsini hjá miljarderinum, Tom Hagen, í varðveitslu fram til hin 13. november í ár. Tingrætturin gav løgregluni viðhald, men verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, kærdi avgerðin til lagmannsrættin. Her gekk ikki eins væl hjá løgregluni, tí lagmannsrætturin gjørdi av at stytta tíðina til hin 21. september. Tað merkir, at sambært avgerðini hjá lagmannsrættinum fær Tom Hagen húsini aftur um fimm dagar - um løgreglan ikki fær rættin at ganga við til enn einaferð at leingja freistina.

Miljarderurin, sum er skuldsettur fyri dráp - ella viðvirkan til dráp - av konu síni, Anne-Elisabeth Hagen, hevur ikki havt atgongd til egnu hús síni síðan í vár, tá hann varð handtikin á opnari gøtu í Lørenskog ein morgunin, hann var á veg til arbeiðis. Tá varð hann eisini skuldsettur, og henda skuldseting stendur framvegis við. Løgreglan heldur, at Anne-Elisabeth Hagen er dripin í heiminum hjá hjúnunum hin 31. oktober í 2018, og løgreglan heldur eisini, at miljarderurin tilætlað hevur roynt at villleitt løgregluna fyri at fjala út yvir drápið av konu síni.

70 ára gamli, Tom Hagen, sigur seg vera ósekan og sigur seg ongan leiklut hava í, at kona hansara er horvin. Tey trý børnini, sum hjúnini eiga, siga seg ongan illgruna hava um, at pápin er sekur, og tey halda, at løgreglan er á skeivari leið. Tom Hagen eigur fleiri systkin, og í norskum sjónvarpi hava tvey teirra sagt, at tey slett ikki duga at ímynda sær, at bróðurin er sekur í einari brotsgerð móti konu síni. Soleiðis, sum sjónvarpssendingin legði upp til, umboðaðu hesi bæði systkini eisini onnur felags systkin um hetta mál, sum hevur fylt so nógv í norskum miðlum.

Nú tíðin, tá løgreglan skal av við húsini aftur, er um at renna út, umhugsar løgreglan sambært tv2.no at heita á rættarskipanina um at fáa loyvi at vera í húsunum longt. - Vit fara í vikuni at taka støðu til, um vit skulu biðja rættin um at leingja tíðina, sigur løgregluleiðarin, Agnes Beate Hemiø, við sjónvarpsrásina. Á rættarfundinum, tá málið um húsini seinast var fyri, segði Christer Svane Andersson hjá kriminalløgregluni, Krypos, at kanningarnar í húsunum framvegis geva svar, sum aftur geva grundarlag fyri nýggjum kanningum.

Christer Svane Andersson legði aftrat, at tað er umráðandi, at slíkar kanningar fara fram við hóvsemi, soleiðis at møgulig spor ikki verða oyðiløgd. - Tað er avgerandi, at kanningarnar í minst møguligan mun oyðileggja møgulig spor, sum kunnu vera, segði hann á seinasta rættarfundi um sethúsaognina hjá miljarderinum í Lørenskog. 

##med2##

Verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, segði hinvegin, at tíðin, sum løgreglan hevur lagt hald á húsini, er vorðin ógvuliga drúgv, og hann hevur fleiri ferðir víst á, at tað er ógvuliga tyngjandi fyri Tom Hagen ikki at sleppa heim aftur til sín sjálvs. - Tað er greitt, at tað er tyngjandi fyri ein tilkomnan mann ikki at hava atgongd til sín egna bústað. 

Svein Holden hevur eisini víst á, at miljarderurin - uttan at vilja tað sjálvur - er vorðin eitt kent andlit í Noregi, og í einari slíkari støðu er tað ikki minni tyngjandi fyri mannin, at hann ikki kann søkja sær skjól í egnum heimi. Verjin hevur eisini víst á, at um løgreglan ynskir at gera fleiri kanningar í húsunum, eftir at Tom Hagen er sloppin heimaftur, hevur maðurin ongar trupulleikar við at lata løgregluna koma innar, samstundis sum hann sjálvur kann fara út, meðan løgreglan ger sítt arbeiði.

##med3##