Tíðin gongur ov skjótt

Fyri nøkrum døgum síðani var kendur danskur sjónvarpslækni og vitjaði í Føroyum. Peter Qvortrup Geisling legði leiðina framvið Miðlahúsinum í Vágsbotni. Á myndini sæst hann inni á redaktiónini við fundarborðið.

Peter Qvortrup Geisling var komin til klettarnar fyri at halda fyrilestrar um strongd og arbeiði á ymsum føroyskum fyritøkum.
Sjónvarpslæknin er altíð góður fyri eina viðmerking. Við Sosialin tann 22. juni segði læknin, at tað skuldu verið fleiri hemoridir í bløðunum. Geisling heldur við hesum, at fjølmiðlarnir umrøða ikki í nóg stóran mun heilsu og sjúkur.
Geisling tosar eisini um javnstøðu. Við BT tann 24. juni sigur læknin, at innast inni í hjartanum heldur hann, at vit eru fødd fullkomiliga líka.
- So tað at vit yvirhøvur kjakast um javnstøðu, er sum at kjakast um rasumismun. Tað er ein fullkomiliga sjúkur spurningur, sum bara skal ruddast av vegnum sum skjótast, sigur Peter Qvortrup Geisling við BT.
Sjónvarpslæknin visti ikki at siga, nær hann næstu ferð kemur til Føroyar. Men hann sigur, at Føroyar saman við Skagen eru tey støðini í heiminum, har tíðin gongur ov skjótt.