Meirilutin í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum mælir frá at stovna sendistovu í Nuuk sum er.
Tjóðveldi og Framsókn hava lagt uppskot fram um, at Føroyar fáa sendistovu í grønlendska høvuðsstaðnum. Flokkarnir halda, at Føroyar sum skjótast eiga at seta á stovn føroyska sendistovu í Nuuk fyri at útbyggja samstavið millum Føroyar og Grønland, nú Grønland er komið í miðdepli í arktiskum vinnumøguleikum og gransking.
Men meirilutin í Uttanlandsnevndini tekur ikki undir við hesum sjónarmiði. Jákup Mikkelsen, Bárður Nielsen, Helgi Abrahamsen og Jenis av Rana halda ikki, at tíðin er búgvin til føroyska sendistovu í Nuuk. Meirilutin vísur á, at løgmaður arbeiðir við eini ætlan um at fáa føroyska umboðan í Grønlandi.
Minnilutin í Uttanlandsnevndini, Høgni Hoydal og Kristin Michelsen, mæla løgtinginum til at taka undir við uppskotinum. Málið kemur fyri á løgtingsfundinum í dag.
Niðanfyri ber til at hoyra grundgevingarnar hjá Jákup Mikkelsen, formanni í Uttanlandsnevndini, fyri, at meirilutin mælir frá at stovna sendistovu í Nuuk í verðandi støðu.