KT-PROVO
Í tí tænarin gongur framvið okkara borði lyftir hann høvdið uppeftir. Eitt sindur pripput sum ein snobbutur, bretskur butlari.
Vit hitta Carsten Graff á matstovuni á Norðurbryggjuni. Hann ger gjøldur burturúr hvíttklædda tænaranum, sum gongur við nøsini hægst, hálar munnklovarnar niðureftir og balanserar við bakkanum á fingrasnippunum. Carsten Graff hermir og letur teg skilja, at hann heldur lítið um tað uppgjørda.
Í tíggju ár arbeiddi hann sum KT-ráðgevi og mennari av forritum. Í dag gongur hann beint hinvegin og hevur hildið einar 1300 fyrilestrar um vansarnar við kunningarsamfelagnum. Luttakararnir á KT2004 kunnu vænta sær at fáa nakrar provokatiónir slongdar í høvdið. Kanska er tað tiltrongt.
- Eg tosi um andsøgnirnar í lívinum og eksistentiellar spurningar, og mín boðskapur er, at vit skulu ansa eftir tøknini. Kunningartøknin skuldi skapa eitt pappírsleyst samfelag, men vit hava ongantíð verið umgird av meira pappíri. Kunningartøknin skuldi hjálpa okkum at spara tíð, men vit brúka meginpartin av tíðini upp á at spara tíð, og vit hava ongantíð havt meiri skund. Tess meira tíð vit vilja spara við teldum og fartelefonum, tess meira tíð brúka vit, sigur Carsten Graff.
Vitan er vandamikil
Vitan er vald, verður ofta sagt, men vitanin kann eisini merkja, at vit missa tamarhald á okkara egna lívi, heldur Graff. Hann er órakaður, tosar seigliga, tyggir hvørt orð og sær út til at hvíla í sær sjálvum. Tað er, sum vil hann taka ferðina úr degnum, tí vit verða bumbað úr øllum ættum við kunning. Í útvarpi, sjónvarpi, bløðum, interneti, reklamum, meylum og fartelefon.
- Hvussu ber tað til, at vit vita alt og kortini hava tað ringt? Vitan skapar ikki av sær sjálvum nøgdsemi. Vit royna at systematisera okkum burtur úr øllum. Vit gera skipanir, sum leggja ábyrgdina fyri okkara lívi frá okkum. KT-fyritøkur skapa ovurstórar vónir um, hvat ein telda kann gera fyri okkum. Nógv er gott, men nógv er tann bera luft. Økt tempo merkir ikki, at vit eru betri upplýst. Mínar royndir siga, at uttan mun til, hvussu nógv tú kýtir teg at fylgja við, so ert tú altíð eftirbátur, og tað er stressandi, sigur Carsten Graff.
Sjálvur hevur hann ikki fartelefon. Hann hevur ikki internetsamband við hús, tí tað hevði tikið ov nógv av hansara tíð. Sjónvarp hevur hann heldur ikki. Hann hevur kortini eina heimasíðu um seg sjálvan og kannar av og á eftir, um hann hevur fingið teldupost.
Stjørna og flopp
Carsten Graff fekk sítt gjøgnumbrot við bókini »Samtaler med et træ« frá 1997. Hon fekk nógva umrøðu og ógvuliga ymiska móttøku. Danska rithøvundafelagið gav honum virðislønina fyri ársins mest nýhugsandi yrkisbók. Samstundis varð hann kosin "årets flopp" og "årets fuser" av lesarunum hjá ávikavist Politiken og Berlingske Tidende.
Undir øllum umstøðum hevur tað eydnast honum at sett spurnartekn við hálovaðu kunningartøknina. Onkur hevur verið um at sagt sítt góða starv upp eftir ein fyrilestur, og onnur fara at hugsa um klæði keisarans. Hann fær fólk at seta spurningar, sum tey ongantíð settu sær fyrr, og fær tey at flenna í kíki. At sær sjálvum.
Sjálvum dámar honum als ikki KT-stevnur. Ein rúgva av fólkum eru saman uttan at koma hvørjum øðrum við, sigur hann. Honum dámar betur at vera fyri seg sjálvan. Nú hann er í Føroyum hevur hann biðið um at sleppa at búgva einsamallur á smáplássi, og bæði Hellurnar og Koltur hava verið upp á tal sum friðskjól.
Leitið sjálv!
Í roynd og veru er hann ógvuliga persónligur. Hann hevur skrivað sjey bøkur, sum sambært honum sjálvum allar snúgva seg um hansara egnu kata-strofur. Hansara virksemi snýr seg um so nógv annað enn kunningartøkni. Tað snýr seg um nærleika, kenslur og um, hvussu tú kanst læra teg at gerast heppin í lívinum.
Fyri ikki at styggja nakran burtur, so skulu vit heilsa og siga, at Graff ikki heldur, at allar teldur skulu blakast út gjøgnum vindeygað. Ella at fólk skulu gevast at brúka kunningartøkni. Tað ræður um, at vit ikki lata okkum blinda og gevast at elta tað innihaldsleysa. Vit skulu vera kritisk mótvegis kunningini og tøknini. Annars er vandi fyri, at vit eftir eitt langt lív siga: Vit fingu svarini, men hvat var spurningurin?
Kom og síggj Graff?in. Hann setir spurningin.
Fyrilestur í Útvarpshøllini hósdagin 22. apríl kl. 11.00
BLÁBÓK
Carsten Graff er føddur í 1962. Hann er útbúgvin Cand. merc., kallar seg livifilosof og hevur skrivað fleiri bøkur um munin millum vitan og vísdóm. Hann gjørdist kendur við bókini »Samtaler med et træ«, har hann ger upp við sína fortíð sum KT-serfrøðingur. Í bókini avdúkar hann, at teldan hvørki sparir tíð, pappír ella pengar. Hann hevur hildið meira enn 1300 fyrilestrar, og stílurin er eyðkendur ironiskur, skemtiligur og tankavekjandi.