Hetta vóru sjálvandi stórtíðindi á redaksjónunum morgunin eftir. Vit á Dimmalætting avgjørdu at hetta skuldi á forsíðuna. Vit avgjørdu, at eg skuldi fara vestur at taka myndina, meðan eitt av hinum blaðfólkunum ordnaði tekstin.
Her ráddi um at gera skjótt av, tí blaðið hevði deadline nakað eftir døgurða. Men trupulleikin var, at ein mátti sigla um Vestmannasund við ferjuni. Ein kundi rokna við bíðitíð, bæði á Oyrargjógv og í Vestmanna.
Umborðkomin hitti eg tíðindamann frá øðrum miðli í somu ørindum, og komu vit í prát. Ikki høvdu vit sitið leingi, fyrrenn ein koyrilærari kom og setti seg við okkara borð. Hann skuldi eisini á flogvøllin, - ikki eftir ferðafólki; ikki at fregnast um tyrluna; men á eitt skeið í ferðslutrygd fyri koyrilærarar á Hotel Vágum.
Hjá mær ráddi um at gera skjótt av: Taka myndina, og so avstað aftur móti høvuðsstaðnum. Eg náddi so akkurát at síggja, at koyrilærararnir koyrdu við bilum sínum úti á sjálvum flogvøllinum, áðrenn kósin varð sett móti Oyrargjógv. Hetta fyribyrgjandi arbeiðið hevði ikki mín stóra áhuga beint tá. Umborð á ferjuni hendi tað sama sum á útferðini. Tveir tíðindamenn og sami koyrilærarin hittust til prát. Koyrilærarin fregnaðist eftir, um vit høvdu loyst okkara uppgávu. Jú, so var.
Hann hevði verið á skeiði hjá koyrilærarum fyri at læra, hvussu ein kundi forða ferðsluvanlukkum á føroysku vegunum. Vit høvdu verið har eftir eini sensasjón, men høvdu als, als ongan áhuga í tí fyribyrgjandi arbeiðinum hjá koyrilærarunum.
Tá er tað, at hann tekur til orðanna og við rámandi suðuroyarmáli tók til: “Tá ið tygor lukta blóð, tá kom tygor!”
Tað var eitt gott petti av sannleika í hesum orðum hansara. Havi ikki gloymt tey síðani!










