Tá ið tit/vit lata okkum lumpa

Tað er tó fantastiskt. Ja, eg má so siga. Tað er tó fantastiskt, so væl øll lata seg lumpa av politikarinum í Havn og miðøkinum

Eg hugsi um uppstillingina.

Fyri at koma á løgting komandi val, skal tú hava minst 300 atkvøður – kanska 400. Hettar hava Edmund Joensen og Co. syrgt fyri, nú vit hava eitt valdømi.

Satt at siga, trúði eg, at tað fóra at ganga eitt/tvey/trý val, áðrenn vit fóru at síggja virkningin av einum valdømi, men tað sær út til. at vit fáa virkningin longu nú.

Ja, hvat gera valfeløgini kring oyggjarnar?

Jú, tey stilla fleiri valevni upp. Við tí úrsliti, at tey “stjala” frá hvørjum øðrum, soleiðis, at miðstaðarvalevni – gogar, lærarar, journalistar, serfrøðingar, tey ið eru kend, verða vald (sitat Hendrik Old, skilamannin úr Suðuroy, ið nú ikki stillar upp aftur). Og ongin “vanligur” føroyingur kemur inn á ting.

Javnaðarflokkurin ger eina roynd í Sandoy, og tá ið Tjóðveldisflokkurin roynir at gera somu roynd í oynni, ja, so er rok. Við tí úrsliti, at ongin tjóðveldismaður kemur inn í Sandoy.

Hóast eg ikki eri tjóðveldismaður, verður saknur í Páll á Reynatúgvu, tí hann er og hevur verið ein av teim fáu í løgtinginum, ið hevur “høvd”.

Í Vágum royna tey at fáa Marius Dam inn aftur við ikki at stilla Rósu Samuelsen upp aftur. Men hvat ger leiðslan í flokkinum, Havnin, jú hon stillar hana upp. Hettar ger, at tey “stjala” frá hvørjum øðrum, og hvørgin kemur inn.

Í Norðoyum stillar mín flokkur, fólkaflokkurin, Elsebeth Hansen upp, ið bara kann “stjala” frá Jákup Mikkelsen, við tí úrsliti, at bert Annfinn Kallsberg kemur inn fyri Fólkaflokkin í Norðoyum.

Og hettar við at umskylda seg við, at konufólk skulu á listan?? Renn meg eitt vist stað.

Onkur hevur sagt, at føroyingar eru býttasta fólkaslag, ið til er á jørðini.

Vita tit hvat??

Tað passar.