Tá ið omma og eg løgdu klæðir á blik

” Í bønum á blik løgdu gentur løk,

og roykurin rak yvir grasgrøn tøk.”

H.A. Djurhus

Oftast vóru tað posaløk. Eitt posalak varð seymað burtur úr brúktum mjølposum, sum vóru heldur gráligir úr grovum stóti. Teir blivu vaskaðir og sprettir upp, so at seymað kundi verða burtur úr teimum.

Omma seldi nógv mjøl í handlinum hjá P.A. Restorff og alt, sum kundi, bleiv endurnýtt, eisini 200 pundsposarnir. Nógv fólk fingu posar.

Løkini vórðu seymað saman við fløtum seymi fyri at vera so sløtt sum gjørligt. Síðan vórðu tey kókað í soda og grønsápu, og nú fóru vit báðar út á vøllin at leggja á blik. Eg slapp at finna passaligar steinar at leggja í hvørt hornið, so at vindurin ikki skuldi taka løkini. Har kundu tey so liggja í fleiri dagar. Tey blivu nakað dálkað av fugli og veðri, men nú bleiktust tey so líðandi, blivu vend o.s.fr. Til endans vórðu tey vaskað umaftur á vaskibrettinum , skolað í bláilsi og hongd út á snórarnar at torna.

Hesi løkini vóru sera sterk, og eg minnist enn kensluna av tí grovu vondini, men heilt kritahvít haldi eg ikki, at tey blivu.