Fiskatilfeingi
- Skipanin, har skip og bátar fáa eyka fiskidagar fyri at taka livur, virkar ikki.
Tað staðfestir Egil Olsen, stjóri á Faroe Marine Biotech, sum hevur livravirkið á Eiði.
Hann hevur nú gjørt sínar viðmerkingar til uppskotið frá Heidi Petersen og Torbirni Jacobsen um, at skip og bátar skulu hava skyldu til at taka livur og rogn.
Tey bæði tjóðveldisfólkini skjóta upp, at gjørd verður ein fýra ára skiftistíð, so at skip og bátar fáa skyldu at taka alla livur og øll rogn frá fiskiárinum 2009-2010 at rokna.
Uppskotið kemur til viðgerðar í Løgtinginum seinni í heyst.
Og í viðmerkingum sínum til vinnunevndina sigur Egil Olsen, at hann er samdur í, at skip og bátar skulu hava skyldu at taka livur og rogn og hann heldur, at ein skiftistíð upp á fýra ár er passalig.
- Okkara sjónarmið er, at skip og bátar skulu hava skyldu at taka innvølir til lands í tann mun, keyparar eru til hesa rávøru, sigur hann.
- Tey skip og bátar sum ikki gera hetta, eiga at missa fiskidagar eftir nærri leisti.
Egil Olsen sigur, at tá fer tað at standa til hvønn einstakan skipa ella reiðara at gera av, um hann metir hetta vera forsvarligt og lønandi, ella ikki.
- Táið gularótin ikki virkar má pískurin fram, segði Anfinn Kallsberg einaferð á fundi á Kósini og tað eru vit samdir í, sigur Egil Olsen.
Hann heldur eisini, at ein skiftistíð upp á fýra ár, er ein gongd leið.
- Tí mæla vit til at seta eina slíka skipan í verk, nú lógin um vinnuligan fiskiskap verður endurskoðað, leggur hann afturat.
Skipanin virkar ikki
Annars er ein skipan í gildi nú, har skip og bátar fáa eyka fiskidagar fyri at taka livur.
Men Egil Olsen staðfestir, at tann skipanin virkar ikki
Hon hevur ikki rokkið sínum endamáli fyri teir ymisku bólkarnar í fiskidagaskipanini. Einasti bólkur, har tað hevur hjálpt, er hjá trolbátunum, har størri vilji er at taka livur nú.
Hann sigur, at hann hevur eisini roynt at spurt seg fyri, hvussu tað ber til, at skipanin ikki virkar.
Eitt svar, sum hann ofta fær til tann spurningin, er, at skipini hava nokk av fiskidøgum frammanunundan.
- Burtur sæð frá trolbátunum, hava teir ymsu skipabólkarnir nóg mikið av døgum og tí virkar skipanin við livradøgum ikki nóg eggjandi. Fiskimenninir við hesum skipunum duga heldur ikki at síggja, at teir fáa nakað burturúr, at skipini fáa fleiri fiskidagar fyri at taka livur, tí ein møguligur vinningur liggur ikki hjá teimum, men hjá reiðarunum.
- Hinvegin síggja reiðarar á trolbátunum ein fyrimun í at taka livur fyri at fáa fiskidagar, tí teir siga seg at hava av lítið av fiskidøgum sum er.
Egil Olsen heldur, at tað má vera nakað um hetta, tí hann staðfestir, at nøgdin av livur frá hesum skipabólki er vaksin síðani livraskipanin kom í gildi fyri einum sløkum ári síðani.
Hinvegin siga teir við patrolarunum mangan, at livratøka darvar arbeiðinum umborð.
- Fiskiskapurin eftir upsa hevur verið sera góður og flestu skipini hava tí fingið kryvjimaskinu fyri at lætta um arbeiðið umborð.
Og stjórin á livravirkinum á Eiði er greiðir yvir, at livratøka ikki er løtt, táið fiskiskapurin er so góður sum hann hevur verið.
Í samstarvi við FJM í Runavík, hava tey á Faroe Marine Biotech tískil ment ein tøkniliga loysn, ið hevur sum endamál at darva arbeiðnum minst møguligt.
- Vit hava ment eina livramaskina sum er bílig, tekur lítið pláss og sum klárar at taka livrina frá hinum innvølunum.
- Hendan maskinan er royndarkoyrd við góðum úrsliti og vónandi kann hon fáa undirtøku frá reiðarunum.
Egil Olsen sigur, at Bárður Isaksen, sum er við Vestmenningi, hevur somuleiðis ment eina skipan fyri at taka livur frá kryvjimaskinuni og tær royndirnar hava verið sera positivar.
Hann heldur, at eydnast tað at finna eina góða tekniska loysn, sum ikki darvar arbeiðinum umborð, verður tað lættari at seta politisk krøv um at taka livur til lands.
Skilja ikki grundgevingar
Annars sigur Egil Olsen, at hann hevur hoyrt, at at summir politikarar føra fram, at vit ikki hava framleiðsluorku at taka innvølir til lands.
- Hesa grundgevingina skilja vit ikki. Hvat viðvíkur livur, eru fleiri framleiðslumøguleikar, tí hon kann bæði niðursjóðast, bræðast til lýsi, brúkast fesk ella frystar.
- Vit ivast ikki í, at fekst vissa fyri, at rávøra var til staðar, hevði eisini størri áræði verið til at gjørt íløgur í teir ymisku framleiðslumøguleikarnar.
- Fyritreytin fyri at niðursjóða livur er tann, at virkir eisini eru, sum kunnu bræða lýsi. Niðursjóðing gevur besta prísin, men góðskukrøvini til hesa framleiðslu er sera høg hvat viðvíkur feskleika, sandmaðki og øðrum og tí mugu virki vera, sum kunnu taka ta livur, sum niðursjóðingavirkir ikki kunnu brúka.
Hann er heldur ikki samdur í, at prísurin er ov lágur.
- Tað er altíð marknaðarprísurin sum avgerð rávøruprísin.
Livravirkið á Eiði letur í løtuni fimm krónur fyri livur av toski og átta krónur fyri livur av hávi.
- Hetta eru tvær krónur hægri enn prísurin í Ìslandi og vit ivast ikki í, at hevði nøgdin verið størri, hevði prísurin eisini hækkað, tí størri mongdir høvdu eisini ført við sær, at tað hevði borið til at gjørt íløgur í eina krotuverksmiðju, so vit á tann hátt fingið 100% fíggjarliga úrtøkur burturúr livrini.
Annars vísir hann á, at í Ìslandi er livurin skattafrí upp til 20.000 krónur fyri hvønn mann og samstundis fellur virðið av livrini til manningina burturav.
Men í sáttmálanum ímillum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið, er tað ein spurningur ímillum manning og reiðara at avtala, hvussu inntøkan av livrini skal býtast.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$