Tá ið abbi Kristian Djurhuus varð burturfluttur

Í 1926 kom út ein bók, sum kallaðist Orlogsminder, sum var skrivað av E. Vessel, sum hevði verið skipari hjá sjóverjuni. Í bókini eru ymsar frágreiðingar frá hendingum, sum sjóverjan hevði verið út fyri í árunum 1878-1919 í teirri tíðini, tá teir framvegis nýttu segl. Onkrar frásagnir eru eisini úr Føroyum. Ein av teimum var um Kristian í Ólastovu í Havn, sum var abbi Christian Djurhuus fyrrverandi løgmann. Frásøgnin var henda:

Fekk ókeypis uttanlandaferð

Í mai 1896 fór korvettin “Dagmar” til Føroya, har skipið skuldi hava støð eina stutta tíð.

Tá korvettin var liðug við sína uppgávu í Føroyum, fór hon av Havnini við einum staðkendum fiskimanni umborð. Farast skuldi á Vestmanna, har vatn skuldi takast. Veðrið var támut, og tá komið varð á Vestmanna var toka. Ætlanin var at fara av Vestmanna, tá vatnið var tikið. Kendi maðurin skuldi setast av á Havnini og síðan skuldi farast avstað. Tá korvettin kom út av Vestmanna, gjørdist mjørkin so tjúkkur, at tað vildi verið óráð at leggja á Nólsoyarfjørð og at royna at sleppa inn á Havnina. Skipið fór tískil beinleiðis til sjós og tók føroyska fiskimannin við sær, og hann hevði ongantíð verið uttanlands.

Hesin neyðars føroyingur var ikki fegin um, at tað ikki bar til at geva boð til hansara húski um ætlaðu uttanlandsferðina. Skipið skuldi fyrst til Skotlands, og hagar var hann noyddur at fylgja við.

Tá komið var til Rothesay á Isle of Bute í útsynnings Skotlandi, fingu teir at vita, at fyrsta skip til Føroya skuldi fara nakrar dagar seinni.

Slapp at síggja sporvogn fyrstu ferð

Dagin fyri at farast skuldi, varð føroyingurin sendur til Leith saman við einum yvirmanni, sum fekk boð um at syrgja fyri at fáa ferðamannin væl og virðiliga umborð á skipið til Føroya.

Á ferðini frá Greenock yvir Edinburg til Leith fekk maðurin frá teimum smáu atlantsoyggjunum móti norði høvi til at síggja nøkur av nútíðar uppfinnilsum sum sporvognar, tok, háhús og nógv annað. Og tað sást eisini á andlitinum á honum, hvussu bilsin hann var. Men mest hugtók tað hann tó at síggja tann stóra skotska hestin. Í Føroyum kendi hann bert tann lítla føroyska hestin, sum ikki var stórt størri enn ein stórur danskur hundur.

Hesin gamli kom heim í øllum góðum og kundi greiða frá øllum, hann hevði upplivað. Og hann fekk mangan høvi at minnast aftur á hesa hending umborð á “Dagmar”, tá skipið seinni kom á Havnina, og hann kom umborð sum “karantænebetjent”, eitt starv sum hann hevði í nógv ár.

Um Kristian, sum søgan snúði seg um

Ættin visti um hesa hending soleiðis sum her er greitt frá:

Ferðin við Dagmar

Hann var tó heldur óheppin ta einu ferðina, tá hann var loðsur umborð á korvettuni Dagmar. Hann var sjálvur annar og kastaði snøri, tá ið fregattin kom inn í Nólsoyarfjørð. Teir løgdu at, og kommandørurin ynskti loðs til Vestmannar. Gamli fór sum hann stóð, andøvsmaðurin róði inn til Havnar og gav boð um at Kristian var farin til Vestmannar. Men tá ið teir komu inn í Vestmannasund, var so nógvur mjørki, at kommandørurin hættaði sær ikki víðari; men valdi at sigla til Glasgow í Skotlandi, har hann hevði onkra umráðandi avtalu. Loðsurin mátti fylgja við, uttan at tað bar til at geva boð frá sær. Í Skotlandi var hann í fimm vikur, áðrenn hann slapp heim aftur við Lyru enn í somu útróðrarklæðum. Tá høvdu tey heima verið bangin um hann. Til minnis um ferðina fekk hann innrammaðu myndirnar av Korvettini Dagmar og av sær sjálvum á dekkinum

Um Christian

Christian giftist inn í Ólastovu í Havn við Anne Marie Christine Danielsdatter. Tey fingu ein son Hans Andreas Djurhuus kallaður Dia í Ólastovu. Hann var faðir Christian Djurhuus, kallaður Kristian í Ólastovu, seinri Føroya Løgmaður.

Christian í Ólastovu lívbjargaði sær við útróðri og fyrifallandi arbeiði her í Havn. Men frá einaferð í 1860-unum fer hann at føra skipini hjá Skibstedhandlinum. Við jaktunum førir hann ymsar vørur út til útihandlarnar og fisk og aðrar innkeyptar vørður aftur til Havnar. Hann var tí sera væl kendur við sigling millum oyggjarnar. Hann verður nevndur “Skibsfø­rer” í fólkateljingunum frá 1870. Prógv sum “Sætteskipper” fekk hann í 1893 59 ára gamal. Hann ognaði sær fitt av jørð, traðir í Havn, umleið tvær merkur í Vestmanna og Tjørnuvík, sum hann fekk við arvi. Anna Maria var slektað av Válinum.

Fólkið á teimum ymisku bygdunum kendu hann væl og høvdu so stórt álit á honum, at tey lótu hann gera ymisk ørindi fyri seg. Til dømis lótu tey honum pengar at seta inn og lótu honum sparikassabøkurnar í varðveiðslu. Tveir yngri brøður hansara Hans Andreas og Jens Christian førdu skip úti í verðini.

 

Keldur:

FF-blaðið

Høgni Djurhuus