Tí hevur tað luktað av olju í Havnini

Tórshavnar kommuna hevur nú funnið orsøkina til luktin.

Í farnu viku upplivdu nógvir borgarar í vesturbýnum ráman oljulukt. Orsøkin var ein oljutangi, ið var farin at leka, skrivar Tórshavnar Kommuna á Facebook síðuni í dag. Olja kom í kloakkina, og av tí at ættin lá inn á Havnina, var nógv trýst í kloakkini og lukturin merktist tískil víða um. Leygardagin varð upprunin til oljulekan funnin, og tangin varð tømdur. Tó kann oljuluktur enn kennast ymsastaðni.

 

 

- Kommunan vil heita á allar borgarar um at ringja til kommununa, varnast tey oljudálking ella oljulukt innandura. Tá ið kommunan fær fráboðanir, fer hon í samráð við Sløkkiliðið og oljuveitarafeløgini at kanna, hvaðani oljan kemur. Oftast er tað ein oljuleki frá oljutangum ella leiðingum, ið eru tard, ið elva til oljudálking. Tað er trupult at siga, hvørjar avleiðingar ein oljuleki kann elva til, men í ringasta føri kann dálkingin fara víða um. Olja kann renna út í áir ella í kloakkina, og tá kann fara at lukta í fleiri húsum. Hesin luktur er sera rámur og kann taka drúgva tíð at fáa burtur. Mælt verður frá at spula oljudálkaða mold, tí tað er trupult at stýra, hvar oljudálkaða vatnið rennur. Mælt verður til at burturbeina oljudálkaða mold, tá ið hetta ber til, skrivar Tórshavnar Kommuna á Facebook. 

 

 

Kommunan heitir eisini á fólk um at seta seg í samband við tryggingarfelag, um oljudálking kemur fyri.

- Umráðandi er, at borgarar, sum hava ampa av oljudálking, seta seg í samband við tryggingarfelagið, sum sendir sýnisfólk á staðið Varnast tú oljudálking ella kennir oljulukt á tínum matrikkli, er sera týdningarmikið at boða kommununi ella Sløkkiliðinum frá skjótast gjørligt umframt at fráboða møguligan skaða til tryggingarfelagið.