Hann er kendur og eyðkendur sum tann framfýsni sangarin í rockbólkinum The Dreams. Við síni sterku og orkufullu rødd, reyða hanakambi og sterku persónligheit røkkur Hans Edward Andreasen langt út um pallkantin. Hann er er eisini sangskrivarin, sum brennir fyri tónleikinum, og vil lata hjartablóð fyri at skriva ein góðan sang.
Men hann hevur eisini løtur, har tað gongur illa, har hann er í ringum lag og tyngdur, tí hann ikki megnar at skriva sangirnar, sum hann so fegin vil skriva. Tá er hann ikki grannhavandi og vil bara hava frið.
Hans Edward Andreasen hevur seinastu sjey árini brúkt nógva tíð og orku til tónleikin. Fyrst var tað í tónleikabólkinum Zink, og síðani 2006 hevur The Dreams verið miðdepilin fyri hansara tónleikaliga virksemi.
Í hesum døgum eru The Dreams á konsertferð í Týsklandi. Á skránni hava verið 18 útseldar konsertir, har The Dreams hava hitað upp fyri bólkin Emil Bulls. Hetta er ein kendur rockbólkur í Týsklandi, og teir spæla vanliga á støðum, sum rúma millum 2000 og 7000 áhoyrarar. The Dreams hava eisini gjørt vart við seg á MTV hitlistanum Rockzone, og nú verður roynt at føra aðru stakfløguna fram - tað er sangurin Under The Sun, sum er væl kendur á okkara leiðum.
Tað perfekta kritiserað
The Dreams spældi nakað síðani eitt sonevnt showcase í Týsklandi. Tað er ein framførsla fyri fólki í tónleikavinnuni. The Dreams fekk sera góð ummæli fyri framførsluna, og tey, sum høvdu hug at finnast at, søgdu, at bólkurn var so perfektur, at hann mátti verið samansettur sum eitt konsept.
Men The Dreams hevur eina veruliga søgu. Teir eru ungu menninir úr Havn, sum hava funnið saman og støðugt arbeitt seg framá. Her er ikki talan um nakra kommersiella samanseting av tónleikarum.
- Tað er sera umráðandi ikki at fáa eitt sett eitt slíkt skelti á seg, tí tað eru so nógvir falskir tónleikabólkar har úti, sum ikki ein gongd gera sín egna tónleik og eru sett saman av fyritøkum. Vit royna alt, hvat vit kunnu, fyri at vísa hvørjir, vit veruliga eru, og tá vit gera tað, so skal tað eitast at verða for perfekt, og tað er keðiligt, sigur Hans Edward.
- Vit eru ikki ein bólkur, sum er samansettur. Vit hava funnið saman og hava valt hvønn annan at spæla saman við. Vit gera tónleikin sjálvur, og eg skilji ikki teir bólkar, sum stilla seg fram, og ikki ein gongd skriva sín egna tónleik.
Tá blokeringin rakar
Hans Edward Andreasen skrivar nógvar av sangunum hjá The Dreams. Onkursvegna er tónleikur hjá teimum eitt felags projekt, men tað er einki at fjala útyvir, at Hans Edward er ein drívmegi í bólkinum, tá tað kemur til at skriva og framleiða sangir.
Og tí rakar tað hann meint, tá ið hann ikki fær skrivað sangir. Tá ið The Dreams arbeiddi við seinastu fløguni, Revolt, stegðaði fullkomiliga upp hjá Hans Edwardi.
- Vit høvdu gjørt einar seks sangir til fløguna, og vit høvdu sett eina deadline, og so fekk eg eina skriviblokering. Tað steðgaði fullkomiliga hjá mær, og eg fekk ikki skriva nakað í eitt hálvt ár. Tú kanst fyristilla tær, hvussu langt niður, mann kann fara av tí, sigur Hans Edward.
- Eg havi upplivað tað fyrr at fáa eina blokering, og tá virkar tað, sum nú er tað slutt. Eg kenni tað, sum nú fari eg ongantíð aftur at kunna skriva sangir.
- Eg havi tosað við nógvar tónleikarar um hetta, og øll hava upplivað tað, men eg taki tað kanska til tað ekstrema, tí eg verði so ræðuliga keddur, tá eg ikki fái skriva sangir. Hetta er nógv meira enn eitt arbeiði ella eitt ítrív fyri meg. Hetta er mín lívsstílur, hetta er tað, sum eg eri og geri, og tað, sum fólka síggja meg sum. Og tá eg ikki klári at verða tað, sum eg vil vera, so er tað heilt forferdiligt, sigur Hans Edward.
- Hjá mær er tað kanska eitt sindur destruktivt, tí tað er eingin millumvegur. Eg blívi so ræðuliga glaður, tá eg skrivi ein góðan sang, og eg verði forferdiliga keddur, tá eg ikki fái skriva. Tá eg havi eina slíka blokering, skal mann næstan ikki tosa við meg, og tað eri eg trupult at verða saman við, sigur hann.
Má bara bíða
Hans Edward sigur, at hann hevur roynt alt, sum hugsast kann fyri at sleppa av við slíkar skriviblokeringar, men tað er trupult.
- Eg havi roynt alt, sum eg kann, fyri at sleppa burtur úr tí. Eg havi sitið einsamallur á Amager Strand og start út yvir havið, men har er einki at gera. Eg má bara bíða og vóna, at tað gongur yvir, og tað hevur tað tíbetur gjørt higartil.
- Tá vit fara at tjena ordiliga nógvar pengar uppá okkara tónleik, so má eg bara hava ein psykolog rennandi aftaná mær, sum kann hjálpa mær, um eg ikki fái skriva sangir, sigur hann skemtandi.
Seinasta skriviblokeringin vardi í eitt hálvt ár, og síðani hevur hann skrivað eina ørgrynnu av sangum.
- Nú ræður tað um fyri meg at gera tann besta sangin og tey bestu riffini, og tí skal eg velja burtur úr rúgvuni. Eg skrivi allatíðina sangir, og eg havi kanska skrivað fleiri enn 30 til nýggju fløguna, men vit velja bara teir bestu burturúr, sigur hann.
- Tá eg veit, at havi gjørt eitt gott lag, blívi eg ordiliga høgur av gleði, eg blívi í ørviti. Tað hevur so øgiliga nógv at siga fyri meg. Eitt gott lag er nakað, sum eg kann verða stoltur av her og nú, og tað heldur eisini fyri lívið.
- Eg siti oftast um náttina og skrivi sangir og spæli inn, og tá eg havi gjørt okkurt gott, kann eg siti einsamallur í einum rúmi og skrála av gleði. Og so kann eg sita fleiri tímar og bara lurta eftir sanginum og verða lukkuligur, sigur Hans Edward.
Arbeiða við nýggjari útgávu
The Dreams góvu fløguna Revolt út tíðliga í ár, og nú arbeiðir bólkurin við nýggjari útgávu, sum skal koma út næsta ár.
- Tað tekur ofta langa tíð hjá okkum at gera eina nýggja fløgu, men kanska gongur tað eitt sindur skjótari hesaferð. Vit eru í øllum førum komnir væl ávegis við tónleikinum, og gongur tað væl, so kann fyrsta stakfløgan koma út í februar, sigur Hans Edward Andreasen.
Hann lovar, at tónleikurin á nýggju útgávuni verður eitt vet harðari, enn hann var á seinastu útgávuni, sum í støðum var eitt sindur popput.
- Tað gera eitt lop aftur nú, og vit vera meira rockutur og fara at rópa meira á nýggju útgávuni. Vit hava tosað um gomlu fløguna, hvat vit vóru nøgdir við, og hvat kundi verið øðrvísi, og hon var kanska í so popput. Tann nýggja skal verða eitt sindur harðari.
- Sum tað sær út í løtuni, komi eg at framleiða nógv av tónleikinum. Og tað er kanska ein fyrimunur, tí so verður tað enn meira okkara tónleikur. Fyri at gera vart við seg í dag, mást tú hava tónleik, sum er gjøgnumsúrgaður av persónligheit, sigur Hans Edward.
The Dreams skulu eisini spæla nógvar konsertir komandi árið, og tað verður helst nógv uttanfyri Danmark, at teir fara at spæla.
- Áhugin fyri okkum í til dømis Póllandi og Fraklandi er vaksandi, so vit hava ikki so nógva tíð til Danmark nú. Rokni við, at vit fara mest at spæla uttanfyri Danmark komandi tíðina.
Føroyingur inn á bein
Hans Edward Andreasen hevur verið nógv á ferð við tónleikinum seinastu árini, og í løtuni er hann búsitandi í Danmark. Men honum leingist støðugt heim til Føroya.
- Eg eri føroyingur inn á bein. Eg sakni at búgva í Føroyum og gera tey tingini, sum eg gjørdi í Føroyum. Har er alt so deiliga tætt og skjótt. Keypmannahavn er ein ov stórur býur til mín, og eg komi ikki út, uttan tað eru í arbeiðsørindum. Mær dámar best í Føroyum, og eg gleði meg, tá ið eg eri liðugur við hetta og eri farin heimaftur til Føroya og siti í onkrum studio og framleiði tónleik fyri onkran annan, sigur hann.
- Men tað verður ikki beint nú. Tað gongur støðugt framá hjá okkum, og nú satsa vit nógv uppá Týskland, og málið er framvegis at enda í sendingini hjá David Letterman.
***
Eyðkent hár
Hans Edward Andreasen hevur eyðkent hár. Reyði hanakamburin hevur fylgt honum í fleiri ár, og tað krevur sítt at halda hann við líka og gera hann kláran til konsertir.
- Eg hevði eitt hugskot um, at eg skuldi hava ein mohawk, og tað var Jórun, dáman hjá mær, sum kom við hugskotinum ein skeivan mohawk. Fyrstu tíðina gjørdi eg hárið sjálvur áðrenn konsertir, men tað tími eg ikki longur. Nú setir ein dama, sum eisini selir merchandise hjá okkum, hárið hjá mær, og tað tekur einar 25 minuttir, sigur Hans Edward.
- Tað er ein orsøk til, at eg ofta gangi við keppi í tí dagliga, eg tími ikki altíð upp at seta hárið í ein hálvan tíma.
****
Fakta
Navn: Hans Edward Andreasen
Aldur: 26 ár
Bústaður: Keypmannahavn
Familja: Hann og unnustan Jórun McLeod Jacobsen eiga sonin Klæmint
Sangari og gittarspælari í rockbólkinum The Dreams