Hvussu fæst atgongd til útlendskar marknaðir, og vilt tú røkka út í heim við tínum vørum og tænastum? Nú hevur tú møguleikan at fáa nøkur góð ráð um, hvussu tú fært atgongd til útlendskar marknaðir.
Tað sigur Vinnuhúsið, sum veit at siga, at mánadagin hin 19. november frá klokkan 10-12 skipa Vinnuframi og Danska Útflutiningsráðið fyri fyrilestri við heitinum ÚT OG SEL.
Fyrilesturin, sum er ætlaður øllum fyritøkum og íverksetarum, ið arbeiða við at røkka út um landoddarnar við teirra virksemi, verður hildin á Panorama á Hotel Hafnia.
Fyrilestrarhaldari er Jesper Vibe Hansen, altjóða toymisleiðari hjá Danska Útflutningsráðnum.
- Fyrilesturin er partur av samstarvi millum Vinnuframa og Danska Útflutningsráðið, har endamálið er at styrkja møguleikan hjá føroyskum fyritøkum at røkka enn longur út í heim, sigur Vinnuhúsið, sum vísir á, at samstarvið millum Vinnuframa og Danska Útflutningsráðið gevur føroyskum fyritøkum atgongd til allar tær tænastur, sum Danska Útflutningsráðið bjóðar.