Tí Høgni og Jenis, og ikki Jørgen og Kaj Leo

Politisk analysa

Kári Mikkelsen

redaktiónsleiðari


Tekning: Óli Petersen


Tað kom ivaleyst sum ein hvøkkur á mong, at Jóannes Eidesgaard blakaði bæði Fólkaflokkin og Sambandsflokkin á dyr fríggjadagin. Men við at hugsa eitt sindur nærri um hetta, var tað als ikki so óvæntað. Orsøkin er einfaldari, enn nógv geva sær far um. Hóast Javnaðarflokkurin varð sligin á nevið av veljarunum 19. januar, og fyri fyrstu ferð í mong ár bara er fjórðstørsti flokkur á løgtingi, so stendur løgmaður betri enn nakar annar til at halda fram í landsins hægsta embæti. Orsøkin er einføld: Jóannes Eidesgaard hevur ongan kappingarneyta. Á pappírinum eru alternativ, men í veruleikanum er als ikki talan um nøkur alternativ.

Bert fá duga at ímynda sær Jørgen Niclasen og Kaj Leo Johannesen sum avloysara fyri Jóannes Eidesgaard í Tinganesi. Hetta vísa bæði veljarakanningar og úrslitið av sjálvum valinum. Ikki eingong teirra egnu veljarar hava nóg stórt álit á sínum floksformonnum; tí annars høvdu teir atkvøtt hesar í løgtingið við størri undirtøku. Bæði Niclasen og Johannesen vóru ruddiliga settir til viks av ávikavist Vestergaard og Laksáfoss. Topskorararnir eru heldur ikki nøkur alternativ. Jacob Vestergaard hevði møguliga verið tað, um ikki málið við skiparunum á Smyrli enn var so nýtt. Og kortini ikki, tí sum floksformaður hevði Jørgen Niclasen als ikki góðtikið at verðið skúgvaður til viks av suðuroyartingmanninum. Hetta hevur Jørgen sjálvur verið inni á. Møguliga hevði Kaj Leo góðtikið Magna Laksáfoss sum løgmansevni, men tað høvdu hinir flokkarnir ikki. Frá fyrsta degi í landsstýrinum gjørdi Laksáfoss seg sera illa umtóktan við at seta spurnartekin við fíggjarpolitikkin hjá samgonguni. Við mótstøðu síni móti skattalætta, sjómannafrádrátti og íløguni í ein Sandoyartunnil brendi hann allar brýr upp á fáar vikur. Óbeinleiðis var hetta orsøkin til samgonguskilsmissuna í november og tískil valúskriving 14 dagar áðrenn ætlað.

Heldur ikki í aðrar mátar, er Laksáfoss nakað alternativ sum løgmaður, tí hann er alt ov grønur í politikki. Fáur man ivast í hansara fakliga førleika, men politiskt handverk og snildi er ikki hansara sterka síða. Í hvussu er ikki enn.

Tveir aðrir í Sambandsflokkinum hava løgmansambitiónir; Edmund Joensen og Jóhan Dahl, men hvørgin teirra hevur nakran møguleika. Fyrrnevndi hevur royndir, men stevið undir honum í Tinganesi var ikki nógv at reypa av. Ikki fyrr enn hann gjørdist løgtingsformaður, traðkaði hann veruliga í karakter. Jóhan Dahl hevur heldur ikki nakran møguleika, tí skal Sambandsflokkurin aftur í Tinganes, so gerst tað valla uttan við luttøku av Javnaðarflokkinum. Og Jóhan Dahl kemur ikki aftur í Tinganes, so leingi formaðurin eitur Jóannes Eidesgaard, tí hesin gav honum durafjørðingin sum fiskimálaráðharra eftir bert 20 døgum. Orsøkin var, at ivi varð sáddur um trúvirðið hjá núverandi næstformanninum í Sambandsflokkinum.

Fara vit til andstøðuna, so er heldur onki alternativ. Einasti, ið kundi komið upp á tal, er Høgni Hoydal. Saman við Jóannesi Eidesgaard var hann einasti floksformaður, ið fekk flest atkvøður í egnum flokki. Men líka so væl, sum Høgni sjálvur er greiður yvir tað, so veit Eidesgaard eisini, at Høgni ikki fer eftir løgmannsessinum. Gott nokk er hann sera vælumtøktur millum egnar veljarar, men sum løgmannsevni hevur hann absolutt onga undirtøku í hinum flokkunum. Fakliga er hann dugnaligur, eins og Laksáfoss, men hevur tann fyrimun, at hann bæði kennir og dugir tað politiska spælið til fingraspíssarnar ígjøgnum 10 ára royndir í politikki. Men sum løgmansevni er hann ikki aktuellur.

Summa sumarum: Jóannes Eidesgaard man ongantíð hava kent seg so tryggan sum nú á løgmanspostinum. Millum annað av hesi orsøk hevur hann tikið tað so róligt við samráðingunum við hinar báðar flokkarnar. Hann skuldi bara hava eina umbering fyri at stinga í sekkin, og hon kom við kravinum frá Sambandsflokkinum um ein búskapar- ella vælferðargrunn. Eitt krav, ið helst koma væl við hjá løgmanni og gav honum møguleikan at reisa seg frá samráðingarborðinum.

Ein onnur orsøk til at hann ikki tordi at gera tað beinanvegin, er, at innanhýsis í Javnaðarflokkinum eru nógvir innetnir tjóðveldishatarar. Tí var tað ein stórur fyrimunur, at helst tann allarstørsti av teimum, Hendrik Old, ikki stillaði uppaftur. Ongin ivi er um, at tað hevur hevur gjørt fríggingina til Tjóðveldi munandi lættari. Hóast onkur mutaði ímóti, tá baklandið savnaðist til floksfund í Losjuni á Tinghúsvegnum leygardagin, var ongin verulig mótstøða at síggja.

Fundurin var ikki almennur, og tí kundi Eidesgaard tosa rímuliga frítt úr posanum. Tað frættist, at hann samanbar verandi samgongu við eitt vánaligt hjúnarband, meðan fundurin við Tjóðveldi og Miðflokkin upplivdist sum eitt samfelagsmøti. Hvussu íðin møtigangari møtigangari, løgmaður er, man vera ivasamt. Kanska var hetta bert ein argandi viðmerking til Miðflokkin, men ongin ivi er um, at løgmaður meinti nakað við eina slíka samanbering.

Aftan á tað, sum hendi fríggjadagin, har Eidesgaard sleit samráðingarnar við Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, er lætt at síggja, at hann ongantíð veruliga meinti nakað við tær, ti í bakhøvdinum liggur óttin fyri, at Javnaðarflokkurin verður skotin í senk á næsta vali, um hann heldur fram við marionett-leiklutinum í Tinganesi undir Fólkaflokkinum fýra ár afturat. Og síggja vit burtur frá fullveldisspurninginum liggur flokkurin hjá løgmanni munandi tættari Tjóðveldinum enn Fólkaflokkinum, og helst eisini Sambandsflokkinum. Og tá Høgni Hoydal longu hevur lovað løgmanni, at fullveldisspurningurin ikki skal koma at standa í vegin fyri samstarvinum, ja, so kemur Jóannes Eidesgaard ivaleyst at standa munandi sterkari sum samgonguleiðari, enn hann hevur gjørt í verandi samgongu og ikki minst við at halda fram í henni.

Høgni Hoydal er sjálvandi fullgreiður yvir, at fullveldisspurningurin skal viðgerast við størsta varsemi, tí sum nú er og helst fleiri ár framyvir, er ikki meiriluti millum Føroya fólk fyri fullveldi. Annars hevði Tjóðveldi fingið uppaftur størri undirtøku á valinum.

Sostatt skal nógv henda, ja ótrúliga nógv, um ikki hesir tríggir nýforlovaðu flokkarnir eru at finna saman í samgonguni, tá tingið kemur saman leygardagin at vejla nevndir.

Spurningurin er so, hvat við Sjálvstýrisflokkinum? Verður hann við í eini komandi samgongu? Okkurt kundi bent á hetta, tí løgmaðuri hevur boðið Kára P. Højgaard, floksformanni, á fund í dag.

Ein forðing fyri, at Sjálvstýrisflokkurin kann sleppa upp í part, kann vera, at nýggi atkvøðuslúkurin hjá Javnaðarflokkinum, Gerhard Lognberg, niðurleggur veto, tí Sjálvstýrisflokkurin sum einasti flokkur førdi valstríð ímóti Sandoyartunlinum. Og fyri Gerhard Lognberg hevur onki mál hægri raðfesting enn hesin tunnilin. Hann hevur longu boðað frá, at hann krevur at fáa tunnilin beinleiðis í samgonguskjalið. Lognberg kann sostatt gerast akilleshælurin hjá nýggju samgonguni, um tað bert vera tríggir flokkar, tí hann so verður 17. maðurin. Hann fer heldur ikki at fýra fyri at seta samgonguna upp á spæl, um hon ikki makkar rætt og setir nóg stóra fígging av til Sandoyartunnilin. Spurningurin er so, um Eidesgaard og Hoydal tora eina so smala samgonu, har Gerhard Lognberg er tungan á vágskálini? Hinvegin er tað ongantíð hent, at ein heilur flokkur hevur verið til avlops í eini samgongu ella telir yvir 17. tingmannin.

Eisini Heini O. Heinesen úr Tjóðveldi hevur gjørt púra greitt, at hann er ímóti eini tilfeingisbúð við fiskidøgum, sum bæði Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin í valstríðnum hava sagt seg vilja arbeiða fyri.

Onkur vil kanska spyrja; hvat við Miðflokkinum, sum er so ósamdur við Tjóðveldi um teir etisku og moralsku spurningarnar? Til hetta er bara at siga; at 266 B er samtykt, og at tíðin langt frá er búgvin til at koma við einum uppskoti um skrásett parlag. Hesum fara tjóðveldistingfólk at halda seg langt frá at gera í komandi valskeiði, tí tey vita, at hetta fer at merkja tann vissa deyðan fyri samgonguna. Við øðrum orðum er ongin stórvegis ósemja millum hesar báðar flokkarnar.

Og so skilir man væl, at Hoydal og restin av manningini í Tjóðveldi hava sæð so rólig út á Gamla Apoteki, har tey í frið og náðum hava fyrreikað seg við krøvum og ynskjum til eina nýggja samgongu. Alt meðan samgonguflokkarnir hava tikið sær av løttum og »bert« arbeitt átta tímars dag. Fyrst á Gamla Apoteki og síðani upp í Løgtingshúsinum. Løgmaður hevur rætt og slætt ikki trúð uppá – ella rættari – ikki ynskt eina nýggja samgongu millum somu flokkar.

Eitt annað tekin um at løgmaður hesaferð meinar tað í álvara, er, at hann eftir slitið við Fólkaflokkin og Sambandsflokkin boðaði frá, at talan helst fór at vera um langar dagar, kvøld og kanska nætur at samráðast í. Hvør skal siga? Higartil hava vit tikið okkum av løttum; nú fer tað veruliga arbeiðið í gongd.

Ein fluga á vegginum valkvøldið í Norðurlandahúsinum, eftir at valúrslitið var greitt, sjónvarpstólini sløkt og salurin næstan tómur, hevur helst hoyrt eina sera týdningarmikla samtalu millum Høgna Hoydal og Jóannes Eidesgaard handan bláa palltjaldið hjá Kringvarpinum. Har stóðu teir báðir og tutlaðu sínamillum í eina góða løtu, og ongin var um, hvat tann samtalan snúði seg um. Eitt komandi samgongusamstarv millum teir báðar, sjálvandi.

Ein partur av samtaluni er ivaleyst farin fram nøkunlunda soleiðis:

»Jóannes, nú hava vit ein fantastiskan møguleika at sleppa av við Fólkaflokkin, sum hvørgin okkara higartil er komin uttan um. Lat okkum finna saman. Tú heldur ikki til fýra ár longri undir teimum, tað veitst tú væl. Tí mást tú koma saman við okkum.«

»Jamen, Høgni góði, je er noyddur at geva teimum ein møguleika. Vit eru jú framvegis í samgongu saman. Tí má je fyrst tosa við teir.«

»Ja, ja, ger tað, Jóannes, men lova mær, at tú so kemur til okkum.«

»Tað er í lagi, Høgni, men minst til...tað verður onki fullveldi saman við mær og Javnaðarflokkinum.«

»Nei, tað veit eg væl, Jóannes. Men vit eru samdir um so mong onnur tung og grundleggjandi mál, ið vit báðir vita, ikki fer at bera til at fáa ígjøgnum saman við Fólkaflokkinum.«

»Ja, tað veit je, Høgni, ogur hoyrast.«

Sum áður nevnt er høvuðsorsøkin til, at Høgni og hansara fylgi hava sæð so avslappaði út og ikki hava lagt seg syndarliga út í, hvat er farið fram millum verandi samgonguflokkar. Tey hava alla tíðina trúð uppá, at løgmaður fór at venda sær til teirra. Tað gjørdi hann fríggjadagin, og munurin á samráðingunum teir fyrstu seks dagarnar og hesum, er, at hesaferð meinar Jóannes Eidesgaard tað í álvara.

Og sæð í ljósinum av, at Høgni og Tjóðveldi fáa meiri enn torført við at halda dampinum uppi eitt heilt valskeið afturat í andstøðu, er tað næstan so víst sum amen í kirkjuni, at samgonguskjal spyrst burtur úr millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Miðflokkin og kanska eisini Sjálvstýrisflokkin. Men sum áður nevnt, er hetta við Sjálvstýrisflokkinum sera ivasamt, tí tað ongantíð fyrr er hent í føroyskum politikk, at ein heilur flokkur er til avlops. Ein samgonga við 17 tinglimum hevur teir fyrimunir, at hon leggur sera stórt trýst á allar samgongulimir um ikki at koyra fríspæl, tí tað kann seta lívið á samgonguni upp á spæl hvørja ferð.

Kortini er spurningurin, hvussu gott arbeiðslagið verður í eini møguligari samgongu millum hesar flokkarnar. Útsagnirnar hjá Gerhardi Lognberg og Heina O. Heinesen kundu týtt uppá, at tað ikki altíð verður so lætt at stýra millum skerini.