Tøgn á eykaaðalfundinum

Nevndin í Eik Banka, og kanska serliga Odd Bjellvåg, hevði helst gjørt seg út til eina langa røð av spurningum og viðmerkingum á eykaaðalfundinum, men salurin var tigandi.

Tað merktist beinanvegin, at tað var ein álvarsløta, tá eykaaðalfundurin hjá Eik Banka varð hildin á Hotel Føroyum í gjárkvøldið.
Álvarsom andlitsbrá eyðkendi fundarfólkið, og ikki hoyrdist nakað til vanliga suðið av smáprátandi og smáskemtandi fundarluttakarum. Andlitini vóru tey flestu sum bitin í stein.
Einki sást til fráfarnu stjórarnar, sum annars við kollapsið av bankanum høvdu mist einar 15 milliónir í partabrøvum – vildi Dimmalætting vera við fyrr í vikuni. Heldur einki sást til aðrar stórar partaeigarar, sum hava mist í milliónaflokkinum í partabrøvum.
Um tað so var álvarsemið í løtuni, ella bara eingin orkaði at traðka fram, er ikki til at siga, men tá orðstýrarin, Fríða Patursson, sakførari, gav orðið frítt til fundarfólkið til spurningar ella viðmerkingar, tók eingin orðið.
Og tað kom helst óvart á nevndina, og tað fekk í hvussu er Odd Bjellvåg, nevndarformann, at takka fyri ein framúr siðiligan fund.
Hinvegin er kanska ikki so nógv at spyrja um í slíkari støðu, og viðmerkingar høvdu helst givið lítla meining.
Odd Bjellvåg fekk so seinastu orðini. Hann harmaðist um, at ein 178 ára long søga skuldi enda soleiðis. Tað var heldur ikki uttan beiskleika, at hann staðfesti, at tíðarfreistin var alt ov stutt til, at nevndin kundi útføra nakra veruliga bjargingarroynd.
Kortini kundi hann enda fundin við einari lættari viðmerking.
- Kaffi og køkur eru í hølinum uttan fyri. Hetta verður seinasta ferðin, at Eik Banki bjóðar nakað, so etið og drekkið til uppi er, segði Odd Bjellvåg.