Tíggju upp til nýggja koyriroynd

Løgreglan í Klaksvík hevur gjørt ferðmátingar í seinastuni. Í síðstu viku vórðu 26 sakir skrivaðar, harav tíggju skulu upp aftur til nýggja koyriroynd, tí ferðin var ov høg á óbygdum øki.
? Hægst málda ferðin var 143 km/t, meðan meginparturin lá um 120, sigur vakthavandi.
Í einum av førunum var talan um ein lastbil.
Løgreglan fær javnan klagur frá fólki um, at lastbilar koyra ov skjótt í býnum, men hóast hon javnan er úti og ger ferðmátingar av lastbilunum, so er ov nógv ferð ikki ein trupulleiki har.
? Tað sær so ógvusligt út, tá ein lastbilur kemur fullastaður við 50 ella 70 km ferð, so hóast tunga ferðslan í býnum er munandi økt við arbeiðinum upp á norðoyatunnilin, so merkja vit ikki stórvegis trupulleikar av ov høgari ferð, verður sagt av løgreglustøðini í Klaksvík.