Í desember 2007 gjørdu VW nógv burtur úr at Transportarin er seldur í 10 milliónum eindum. VW Transporter er ein bilur, sum nógvir aðrir bilaframleiðarar hava brúkt sum fyrimynd við t.d. vørubilum, minibussum og smáum lastbilum.
Fyrsti Volkswagen í Føroyum var ein Transporter minibussur, sum varð skrásettur 17. juli 1953. Tað var Carl A. Jensen, keypmaður í Kollafirði, ið átti bilin, sum hann brúkti til rutukoyring. Tað var P/F Farodane í Havn, sum umboðaði Volkswagen.