Tey bæði liðini, ið eru uttanfyri hálvfinalustríðið í Okkaradeildini, Team Klaksvík og Kyndil, dystaðust í Klaksvík í kvøld.
Kyndil var uttan toppskjúttan, Hjalta Mohr Jacobsen, eins og Team Klaksvík var uttan sín toppskjútta hetta kappingarárið, Kaito Nakahodo.
Eitt var so, at vera uttan toppskjúttan, men yvirhøvur var tað ein óvanliga smalur hópur hjá Team Klaksvík. Bert tíggju mans stóðu á dómaraseðlinum - og tveir av teimum vóru málverjar.
Kortini var dysturin sera javnur, og har vóru ongantíð meira enn tvey mál á muni.
Og tað var um reppið, at tað eydnaðist Team Klaksvík at vinna sær fyrstu stigini í ár, tá ið støðan var 26-25 til klaksvíkingar við góðum fýra minuttum eftir at leika. Men Kyndil svaraði aftur við tveimum málum á rað, og avgjørdi at enda dystin til úrslitið 28-27.
Team Klaksvík - Kyndil 27-28
Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 11, Beinir Johannesen 8, Ludvík Súnason 4, Jens Pauli Mohr 2, Vilhelm Vilhelmsen 1, Jens Mortan Samson 1.
Kyndil: Anders Risdal 10, John í Innistovu 4, Rógvi Dal Christiansen 4, Ovi Lützen 3, Tummas Pauli Hanusarson 3, Kristoffur Bjørgvin 2, Tróndur Wardum 1, Jákup Jørgensen 1.
Støðan í Okkaradeildini (hsf.fo):
Fýra tey fremstu eftir 18 dystir spæla hálvfinalur um FM - Tey trý niðastu spæla um steyp saman við vinnaranum av fyrstu deild.
| Støðan | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
|---|---|---|---|---|---|
| H71 | 16 | 463 | 375 | 88 | 26 |
| VÍF | 16 | 440 | 409 | 31 | 20 |
| NEISTIN | 15 | 405 | 363 | 42 | 18 |
| KÍF | 16 | 418 | 400 | 18 | 17 |
| STÍF | 15 | 417 | 426 | -9 | 17 |
| KYNDIL | 15 | 386 | 404 | -18 | 10 |
| TEAM KLAKSVÍK | 15 | 315 | 467 | -152 | 0 |










