Tíggju fólk druknaðu, tá ein bátur við afrikonskum flóttafólkum sakk á veg úr Libya til Italia. Italska sjóverjan fann seinastu nátt líkini av trimum kvinnum nærhendis oynni Lampedusa, og í dag vórðu sjey lík funnin afturat. 62 menn og átta kvinnur vórðu bjargað á lívi og flutt til Lampedusa.
Hvørt ár seta fleiri túsund fólk úr Afrika lívið í váða í einari roynd at sleppa til Evropa. Ofta eru bátarnir smáir og í vánaligum standi, og nógv koma ongantíð vegin fram. So seint sum í september sakk ein bátur við fleiri hundrað fólkum. Bara 56 vórðu bjargað á lívi.
Amnesty International sigur, at í fjør druknaðu 1.500 flóttafólk, tá tey royndu at sleppa norður um Miðjarðarhavið.