Tíggju ferðir Nóllywood

Klippfisk skipar fyri filmssummarskúlanum Nóllywood fyri tíggjundu ferð í ár.

Í gjárkvøldið settu ungu filmsspírarnir hjá Klippfisk eyðkenda Nóllywoodskeltið upp saman við nólsoyingum. Skeltið, sum nólsoyingar hava bygt, er heili 3 metrar høgt og 26 metrar breitt.

Í tíðindaskrivi boða fyrireikararnir frá, at 16 luttakarar eru í ár, sum skulu verða í Nólsoynni komandi tíggju dagarnir. 

Her fær ungdómurin undirvísing í filmsframleiðslu og síðani framleiða tey stuttfilmar í felag- Filmarnir verða vístir í Royndarhúsinum í Nólsoy mikudagin 10. juli kl. 17.