Leygardagin varð Torleif Sigurðsson afturvaldur til formann í Fótbóltssambandinum í eitt tvey ára skeið, og Dánjal Andreasen, Jákup Simonsen og Karl Vidtfeldt vórðu afturvaldir sum nevndarlimir fyri tvey ár.
Í fráboðanini til fundin høvdu feløgini fingið at vita, at hesir stóðu fyri vali. Men tað stóð einki í fráboðanini um onnur møgulig uppskot. Tað stóð heldur einki um, um omanfyri nevndu tóku við afturvali og um nevndin í FSF mælti til afturval. Hetta síðsta hevur verið vanligt, men undan fundinum í fjør var kunningarmongdin eins lítil, sum hon var í ár.
Formaðurin og nevndarlimirnir vórðu afturvaldir við lógvabrestum. Men fundurin samtykti eisini, at í framtíðini skal tað longu undan fundinum vera greitt, hvørji uppskot eru til nevndarval.
Uppskot til nevndarval skulu vera FSF í hendi í seinasta lagið tíggju dagar undan aðalfundinum, og tað vil við øðrum orðum siga, at limafeløgini nú fara at hava møguleika at viðgera, hvørjum tey skulu atkvøða fyri, áðrenn tey senda umboð á ársaðalfundin.
Nýggja mannagongdin verður fyrstu ferð roynd á aðalfundinum komandi ár. Hann verður í síðsta lagi í februar í 2001, og tá standa fyri vali Bøgre B. Hansen, næstformaður, og nevndarlimirnir Jens Erik Magnussen og Óli Holm.
jh










