Hóast tað sunnudagin endaði við 1-0 tapi í Klaksvík, so er EB/Streyma venjarin, Heðin Askham, nøgdur við gongdina og hugburðin hjá spælarunum:
-Vit arbeiða við at samanspæla nýtt lið. Persónligu mistøkini eru fækkað heilt nógv, og tað verður lagt nógv fyri undir venjing, og tá ið stig standa uppá spæl. Í løtuni eru vit aftast, men eg eri vísur í, at vit hava góðar møguleikar at røkka málinum, sum er at vera á hvussu so er á áttanda plássi, tá ið kappingarárið er av, og vit ætla, at B36 dysturin seinnapartin skal vera við til at lyfta okkum, sigur Heðin Askham.
Einasti maður, sum ikki er tøkur hjá EB/Streymi, er Arnbjørn Hansen. Tað verður roknað við, at hann verður uttanfyri í tvær og kanska tríggjar vikur aftrat.
Tað lætnaði heilt nógv í B36, tá ið tað síðsta leygardag eydnaðist at vinna ársins fyrsta sigur – 4-0 á ÍF á heimavølli:
-Sjálvandi er tað strevið, tá ið tað ikki eydnast at vinna fulla úrtøku. Kortini hava vit ikki kent okkum strongdar, tí spælið hevur verið gott. Fleiri spælarar hava skorað seinastu ferðirnar. Vit vóna, at tað ber sjálvsálit við sær, og so er neyðugt, at vit seinnapartin – á sama hátt sum ímóti ÍF – halda tætt í verjupartinum norðuri við Margáir, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.
Skaðalistin er rættiliga langur í B36. Tað ber við sær, at fleiri av ungu monnunum aftur í dag fara at fáa møguleikan.
Lukasz Cieslewicz og Hannes Agnarsson eru knæskaddir, Philip Lund, Bjarti Petersen, Fróði P. Rasmussen og Jógvan Skeel Nolsøe eru vøddaskaddir, Høgni Eysturoy hevur trupulleikar við lærkrikanum, Magnus Holm Jacobsen og Erlendur Magnuson eru við U-17 landsliðnum í EM endaspæli, og so er tað ivasamt, um Alex Mellemgaard verður førur fyri at vera við ídag. Hann hevur trupulleikar í lærkrikanum.