Beint áðrenn tvíbura-tornini fullu 11. september 2001, komu fleiri fráboðanir frá fólki, sum hildu seg hoyra hvøllar brestir frá háhúsunum.
Hetta hevur síðani verið orsøk til nógvar gitingar um samansvørjingar - at spreingiløðingar vóru festar her, áðrenn flogførini rendu á.
Nú er norski evnisgranskarin, Christian J. Simensen komin fram til orsøkina til hesar brestirnar:
Vatn frá sprinklara-anlegginum í tornunum og flótandi aluminium frá bránandi flogførunum reageraðu hvørt móti øðrum, og skaptu harvið spreingingarnar í báðum tornunum.
- Bæði við vísindaligum royndum í aluminiumsídnaðinum og frá 250 skrásettum vanlukkum í hesum ídnaði, vita vit, at samanrenningin millum flótandi aluminium og vatn førir til ógvusligar spreingingar, greiðir Simensen frá.
Almenna frágreiðingin frá amerikansku myndugleikunum var annars, at stálbjálkarnir í tornunum hitnaðu so mikið nógv, at tornini snøgt sagt fullu. Men norski granskarin heldur - sum vera man - at hansara teori er meiri sannlík enn hin.
- Eg meti hesa sum ta mest sannlíku teori'ina um orsøkina til at tornini fullu. Hesar tóku eitt millumstykki út í konstruksjónini og at hetta fekk tann ovara partin at fella og síðani knúsa tann niðara.