Í sambandi við verkætlanina ”Tú hevur rætt” hjá Barnabata letur listaframsýning upp í Mentamálaráðnum hósdagin 24. mai 2007, kl. 15.00.
Á framsýningini, ið ber heitið ”Avskjed og gjensyn”, sýna tveir norskir listamenn verk síni. Paul Meldal hevur saman við soni sínum Espen Solli skapt eina myndarøð, ið lýsir sambandið millum pápa og son, tá foreldur fara hvør til sítt. Úr hvør sínum sjónarhorni lýsa pápi og sonur, hvussu teir hava upplivað tað.
Myndirnar vísa lívið, sum hevur verið merkt av ”avskjed og gjensyn”. Myndirnar hjá soninum Espen Solli snúgva seg um sambandið við bæði foreldrini, frá tí hann var barn, til hann í dag er vaksin. Myndirnar hjá pápanum, Paul Meldahl, lýsa sambandið millum hann og sonin.
Espen Solli tekur fotomyndir, og Paul Meldahl brúkar olju á lørift.
Í sambandi við framsýningina er serligt tilfar framleitt, ið snýr seg um støðuna, sum børn koma í, tá foreldur fara hvør til sítt. Tilfarið er í 3 ymiskum útgávum – eitt til børnini, eitt til foreldrini og eitt til tey, sum arbeiða við børnum s.s. lærarar, pedagogar osfr. Tilfarið verður at finna á www.eg.fo fríggjadagin 25. mai 2007.
Tá framsýningin letur upp fer Karin Brattaberg at greiða frá, hvussu og hví henda framsýning kom í lag. Búi Dam og Ása Vraa Olsen fara at framføra nøkur løg og greitt verður eisini frá nýggja tilfarinum, ið er framleitt.
Framsýningin, ið er almenn, er opin til 1. september 2007, og eru øll vælkomin.