– Høvuðsorsøkin til, at eg havi valt at gjørt hendan brúkaran er, tí eg haldi, at ov fá seta orð á hetta evni, sum eisini er ógvuliga tabu. Tað kann vera orsøkin, til at nógv ung føla seg einsamøll og ikki fáa komið út við kenslunum hjá sær, skrivar 18 ára gamla Maria Joensen í fyrsta uppslagnum á Instagram.
Hóast profilurin er nýggjur, hevur Maria Joensen fingið nógvar afturmeldingar frá øðrum, sum eisini hava upplivað at vaksa upp í einum heimi, har annað ella bæði foreldrini drekka.
– Eg elski teg, men eg hati teg, soleiðis byrjar kensluborna uppleggið 2. desember. Og júst hesar blandaðu kenslurnar hugsar Maria Joensen nógv um.
– Tí samstundis, sum eg eri ill inn á babba og havi hug at skríggja eftir honum og spyrja hann, hví hann skal gera alt so ringt fyri øll, hví hann skuldi splitta okkara familju og gera øll kedd, so elski eg hann innast inni. Eg hugsi um hann, og eg hugsi um, hvussu hann hevur tað, sigur hon víðari.
Les longru samrøðu við ungu kvinnuna í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið ella talgildur her
Maria Joensen er dulnevni, og journalisturin kennir rætta samleika hennara











