Tí fer Palestina til ST

Friðaravtalan millum Hamas og Fatah ger ikki palestinsku stjórnina til ein terrorstat. Men Hamas má leggja vápnini og vísa í verki, at felagsskapurin viðurkennir Ísrael.

Í aftursvari til undirritaða tvíheldur Jenis av Rana um, at tann palestinska stjórnin vil oyða Ísrael, og tí eigur ST ikki at viðurkenna Palestina sum stat, tá heimsins limalond skulu atkvøða fyri hesum tann 20. september í ár. Sjálvur haldi eg ikki, at ein ST-viðurkenning broytir stórvegis uppá politisku støðuna í tí endaleysa stríðnum í Miðeystri. Men kjakið skal í øllum førum ikki byggja á ósannindi, og tí kann tala Jenisar ikki standa ósvarað.

Nýggj kós
Heilt presis segði formaður Miðfloksins í valsending í sjónvarpinum í seinastu viku, at palestinski staturin hevur eina grundlóg, sum mælir til at oyða Ísrael. Tað er faktuelt skeivt. Palestinska stjórnin viðurkendi nevniliga Ísrael fyri yvir tjúgu árum síðani, eins og Ísrael viðurkendi rættin hjá palestinum til egnan stat, soleiðis sum ST, ES og USA langt síðani hava samtykt. Við øðrum orðum eru allir partar samdir um eina tveystatsloysn, men higartil hevur tað hvørjaferð eydnast víðgongdum kreftum báðumegin at forða fyri hesum.

Eitt dømi er lagnuárið 1995, tá ísraelski forsetin, Yitzhak Rabin, var millimetrar frá eini søguligari friðaravtalu. Men ein fundamentalistiskur jødi likvideraði Rabin á ráðhústorginum, fimm minuttir frá mínum kæra, gamla heimi í Tel Aviv. Samstundis tevjaði tann islamistiski Hamas-felagsskapurin blóð og framdi fleiri yvirgangsálop ímóti sivilum ísraelskum málum, og so vóru vit aftur við ár null.

Palestinar hava framvegis ikki fingið sín stat, og tann 45 ára drúgva ísraelska hersetingin av Gaza-geiranum og Vestara áarbakka stendur við og verðsnar. Friðarsamráðingarnar eru steindeyðar, og tí roynir palestinska stjórnin nú eina øðrvísi kós: Viðurkenning í ST.

Avtalan
Samstundis hava teir báðir stóru palestinsku flokkarnir, Fatah og Hamas, undirskrivað eina friðaravtalu í mai í ár. Flokkarnir hava verið í stríði við hvønn annan síðani 2006, tá Hamas framdi eitt hernaðarkvett ímóti stjórnarberandi flokkinum, Fatah, og tók valdið í tí lítla Gaza-geiranum. Fatah hevur myndað palestinsku stjórnina á Vestara áarbakka, og hesi bæði økini hava síðani verið tvær púra atskildar territoriellar og politiskar eindir við hvør sínari leiðslu.

Hendan friðaravtalan millum Hamas og Fatah er nú grundgevingin hjá Jenisi fyri, at palestinski staturin hevur til endamáls at oyða Ísrael. Hendan útlegging hevði kanska verið røtt, um Hamas yvirtók alt statsapparatið, sum tað var. Men Fatah myndar framvegis palestinsku stjórnina. Og Jenis ignorerar, at avtalan millum Fatah og Hamas ikki broytir útgangsstøði hjá palestinsku stjórnini: ST-resolutión 242, sum áleggur ísraelum at steðga hersetingini og taka seg aftur til landamørkini áðrenn seksdagakríggið í 1967, sum eisini er samtykta málið hjá altjóða samfelagnum. Bæði tann palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, og Hamas-leiðarin, Khaled Meshal, hava lagt dent á hesa semju, tá avtalan varð undirskrivað í Kairo í mai í ár.


Viðurkenningin
Trupulleikin er, at Hamas framvegis ikki hevur broytt sítt charter frá 1988, sum inniheldur apokalyptiskar orðingar um oyðing Ísraels. Og eg og Jenis eru púra samdir um, at tað er ein fortreyt fyri friði, at Hamas viðurkennir Ísrael og leggur vápnini, eins og tað er ein fortreyt fyri friði, at Ísrael steðgar brutalu hersetingini og ógvusligu bumbuálopunum í Gaza, sum drepur sivil í hópatali og bert styrkir um hevndarhugin og radikaliseringina millum desperatan, vónleysan palestinskan ungdóm. Stilla teg í eina palestinska flóttalegu, sum er umgird av hermegi, og tú skilir, hvaðani vreiðin stavar. Hendan vreiðin, sum fær menniskju at gera tær mest andstyggiligu gerðirnar, sum ongantíð kunnu rættvísgerast.

Tá eg skrivaði høvuðsritgerð um Hamas á King´s College í London og gjøgnumgekk alt tilfarið, sum Hamas hevur givið út seinastu tíggju árini, var niðurstøðan greið: Hamas er neyvan til reiðar at viðurkenna moralska legitimitetin hjá ísraelska statinum, men felagsskapurin er til reiðar at góðtaka tann søguliga veruleikan og eina tveystatsloysn, sum byggir á mørkini áðrenn 1967. Og undir mínum samrøðum við Hamas-leiðarar, sum ferðast ímillum London og eksilstjórnina í Damaskus, var talan eisini greið: Vit viðurkenna Ísrael, tann dagin vit fáa ein stat, men vit viðurkenna ikki Ísrael, so leingi sum hersetingin stendur við. Tað finnast eisini meiri víðgongdar røddir í Hamas, men hetta er boðskapurin frá leiðsluni.

Hamas skal roynast
Vápnahvíldin millum Fatah og Hamas ger ikki palestinsku stjórnina til ein terrorstat. Tann moderati Fatah-leiðarin, Mahmoud Abbas, er framvegis forseti. Fatah er framvegis tann stjórnarberandi flokkurin. Tann æviga umberingin um, at tað ikki ber til at samráðast við palestinar, tí palestinar eru í innanhýsis stríði, er nú horvin. Nú ræður um at fáa friðarsamráðingarnar aftur í gongd fyri at vita, um Hamas kann trýstast til formliga at viðurkenna statin Ísrael. Um Hamas ikki vil spæla við, skal felagsskapurin framhaldandi isolerast og konfronterast. Um Hamas vil spæla við, hava vit fyri fyrstu ferð síðani 2006 eina palestinska stjórn við einum fólksligum mandati til at samráðast.

Men tað krevur, at Ísrael eisini vil spæla við. Tað hevur Netanyahu ikki gjørt higartil. Og tí fer Palestina til ST.