Mong fótbóltsviðhaldsfólk fóru rættuliga illa við Dagfinni Olsen á heystið í 2005. Sum dómari kom Dagfinn í tvær minni ódnir, onnur var á Sevmýru á Tvøroyri, og hin á Mølini á Eiði. Í dysti millum TB og B36 bleiv eitt rok millum ein TB-leikara, B36-hjálparvenjaran, og ein leikara hjá B36, sum sat á útskiftingarbeinkinum. Onkur viðhaldsmaður kláraði ikki at góðtaka reyða kortið, sum Dagfinn Olsen gav TB-leikarin, sum var fyrsti kavabólturin í skalvinum, sum leyp á Sevmýru henda dagin, og Dagfinn fekk ein lúsing frá hesum TB-viðhaldsmanninum.
Vikuna aftaná dømir Dagfinn Olsen ein dyst millum EB/Streym og B36 á Eiði. Í einari avgerandi løtu bjargar ein B36-leikari á málstrikuni, mong EB/Streyma-viðhaldsfólk meina, at hesin ger tað við hondini, og froðan stendur úr munninum hjá teimum, at Dagfinn ikki dømir brotsspark til EB/Streym. EB/Streymur verða avhektaðir í oddastríðnum tá, og summi viðhaldsfólk klára ikki at góðtaka, at lið teirra ikki fær dømt brotsspark í hesi støðuni, og tey geva ilt av sær.
Tað, sum eingin av TB ella EB/Streyma-viðhaldsfólkunum veit, er, at Dagfinn Olsen hevði svárar trupuleikar heima við hús, aftaná hesar báðar dystirnar. Ein mótgond, sum fær reyð kort á Sevmýri og yvirsædd brotsspørk á Mølini at verða líkasælar bagatelir.
– Hetta var av sonnum harðasta vikan í mínum lívi, hon var ræðuliga hørð. 5. oktober 2005 fáa eg og Sunnvá at vita, at fyrsta barnið hjá okkum – ein lítil genta – verður deyðfødd. Tað vóru eini ræðulig boð at fáa.
Blaðmaðurin gerst skakkur, og mest sum leggur pennin, og gevst at notera, tá hann hoyrir um hesa ógvuliga syrgiligu hending, og eg spyrji Dagfinn Olsen: - øh, kann eg skriva um hendan sorgarleikin?
- Ja tað mást tú gjarna, er tað greiða svarið frá Dagfinni.
Eingin av teimum, sum stóðu rundan um vøllin á Sevmýru, ella á Mølini á heystið í 2005 – tíansheldur tey rasandi viðhaldsfólkini – vistu nakað um sorgarleikin hjá Dagfinni og Sunnvá. Dagfinn fór gjøgnum alt kenslu-registarið hetta svára tíðarskeiðið. Men tilvitað valdi hann ikki at fortelja øllum í fótbóltsumhvørvinum um hetta. Tað var bara eitt fátal av persónum innan FSF-umsitingina, sum vistu hvat var hent.
– Eg vildi ikki hava nakra samkenslu frá nøkrum, tí valdi eg tilvitað bara at fortelja nøkrum heilt fáum í fótbóltsumhvørvinum, um tað sum hent var.
Sum einhvør fótbóltsleikari, venjari, fjeppari og ítróttarblaðmaður hevur Dagfinn Olsen síni lýti, men erligheit er ikki ein av teimum. Hann setur røttu orðini á tingini!
Ov fáir dómarar
Dagfinn Olsen hevur ikki dømt ein Formuladyst í 2008 - enn. Hann hevur tó dømt ein dyst í steypakappingini. Hann kemur heldur ikki at døma nakran Formuladyst í apríl, men í mai tørnar hann til aftur. Arbeiðið sum lastbilførari er sera tíðarkrevjandi, og so eru tað eisini tímarnir, sum fara til at koyra úr Havn og inn á Skálafjørðin. Dómaraleiðarin hjá FSF, Lassin Isaksen hevur tó kempað fyri at fáa Dagfinn við aftur. Dagfinn hevur fingið eina skipan, har hann kann venja í venjingarrúminum hjá Kappróðrarfelagnum í Runavík, har fer hann nú at venja tveir døgurðatímar um vikuna. Haraftrat spælir hann innandura fótbólt tvær ferðir um vikuna, og so fer hann at royna at hanga í til felagsvenjingarnar hjá dómarunum eisini.
-Tað er eitt arbeiðið, og ikki ein plikt at verða fótbóltsdómari, sigur Dagfinn avgjørdur.
Spældi fótbólt fyrst
Dømingin lá ikki Dagfinni so frammaliga í huga, tá hann byrjaði at spæla fótbólt við NSÍ, sum 6 ára gamal. Sum smápiltur var hann snýttur fyri eitt FM-heitið, sjálvt um B36-málverjin gjørdi ein “Roy Caroll” og bjargaði bóltin væl innanfyri málstrikuna. Upp gjøgnum yngru deildirnar gekk væl, fleiri FM og silvurkrónur, umframt steypakappingar vóru vunnar. Serliga væl gekk unglinga-árini, tá Dagfinn vann 3 FM-heiti og 4 steypakappingar innan 4 ár. Sum 13-14 ára gamal leikti Dagfinn eisini hondbólt, og sum 17-18 ára gamal róði hann kapp við Tjaldrinum. Tó komin upp í vaksnamannadeildina gjørdist tað trupult at røkka besta liðnum hjá NSÍ. Hann vandi 5 ferðir um vikuna, men tað føldist ikki stríðið vert, tá hann bert leikti við eykaliðnum. Sum 13-ára gamal hevði Dagfinn verið linjuverji hjá Jonhard Hansen, sum dømdi ein dyst í 3. deild. Hetta var fyrstu ferð Dagfinn royndi seg innan døming. Hann minnist fyrstu ferð teir dømdu í Havn. Tá fóru teir fóru heim til kassameistaran hjá B36 – Kjartan Mohr – fyri at fáa samsýningina. Ein, sum frætti, um væntandi hugin hjá Dagfinni at venja hart við NSÍ 5 ferðir um vikuna, var Øssur Mohr frá Dómaranevndini hjá FSF. Hann spurdi Dagfinn, um hann ikki kundi hugsað sær at gerast dómari, og Dagfinn játtaði. Fyrsta árið – tá vóru 18 umfør í landskappingini – dømdi hann 16 dystir í næstbestu deildini, og tveir dystir í bestu deildini. Dagfinn minnist, at fyrsti dysturin hann dømdi í bestu deildini var í 13. umfari, og var talan um ein dyst í Vági millum VB og HB. Eftir tí hann minnist gekk væl hendan dystin. Tó sigur Dagfinn, at tolni er størri við einum nýggjum dómara, enn við einum royndum dómara. Tað hevur hann lært hesi árini.
Steypafinalan størst
Fyri Dagfinn og hinar føroysku dómarnar er eingin ivi: Steypafinalan er tað størsta ein føroyskur dómari kann røkka, um ikki ein er FIFA-dómari. Hesum rakk Dagfinn í 2006, tá B36 og KÍ leiktu steypafinalu, og hesum rakk Eiler Rasmussen í fjør. Í so máta heldur Dagfinn, at tað er óheppið, at steypafinalan er so tíðliga í kappingarárinum í ár. Tí so verður ikki talan um ein dómara, sum hevur nógvar dystir í beininum, sum dømir finaluna. Tó aðrar gularøtur hava verið. Dagfinn var við til at døma norðurlandameistaraskapið fyri U-17 lið í Svøríki í 2002. Hann hevur eisini verið á skeiði hjá DBU í Lyngby í samband við prestisjufullu U-19 kappingina í Lyngby, sum føroyska U-19 landsliðið onkuntíð hevur tikið lut í. Tveir dómarar plaga at fara við U-14 landsliðnum til Aberdeen International Festival, og so er tað eisini norðurlendska dómara-útvekslingin, sum ein føroyskur dómari um árið fær gagn av. Dómaraskeiðini, sum skiftandi skeiðleiðar skipa fyri, eru eisini sera gevandi. Jørn Vest Larsen og Tore Østergaard hava eisini verið við, av og á. Vinarlagið og tileggjanin millum fótbóltsdómarnir er eisini ein góð orsøk til, at vit í heila tikið hava nakrar dómarar í Føroyum. Og nú hava dómarnir so fingið ein dómaraleiðara í Lassanum Isaksen, sum kann geva dómarunum uppmuntringar, gjøgnumgongdir og afturmeldingar. Umframt Lassan eru italski Collina og enski David Elleray hetjurnar hjá Dagfinni. Og ja, tá Dagfinn hyggur eftir einum dysti á hægsta støði, so er hann sera upptikin av dømingini. Lat søguna, ærligheitina og lívsroyndirnar hjá Dagfinni Olsen minna okkum á, ikki at døma dómarnar ov hart. Uttan teir var so eingin landskapping!
Fakta:
Navn: Dagfinn Forná Olsen
Føddur: 30. mars 1979
Bústaður: Tórshavn
Starv: Lastbilførari hjá Maggi Olsen
Feløg: NSÍ (fótbóltur, hondbóltur, kappróður), Dómarafelagið