Tá føroyska U17 landsliðið skrivaði søgu

(Ljóðsamrøða frá Rás2) U17 landsliðsvenjarin vitjaði Rásarúmið fyri at fortelja um minniligu undankappingina í Luksemborg

26. oktober gjørdist ein stórur dagur í føroysku landsliðssøguni. Tá megnaði føroyska U17 landsliðið, sum tað fyrsta manslandsliðið nakrantíð at spæla seg víðari úr einari undankapping.

 

Føroyska U17 spældi undankapping í Luksemborg. Umframt vertstjóðina vóru eisini Sveis og Kekkia í bólkinum. Føroyar vunnu 2-0 á Kekkia, og taptu 0-3 ímóti Sveis. Triðji dysturin ímóti Luksemborg endaði við javnleiki 2-2. Tá dysturin ímóti Luksemborg var liðugur var Kekkia á odda 3-2 ímóti Sveis, men Sveis javnaði í 94. minutti til 3-3, og tað tryggjaði føroyska liðnum annað plássið.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Áka Johansen, sum saman við Poul F. Joensen er U17 landsliðsvenjari greiða frá minniligu undankappingini, og vónunum fyri víðari luttøkuni í kappingini. Lutakastið til elitu-umfarið verður 13. desember.