Granskarar í Danmark hava nú funnið ein ílegufeil, sum kann føra til hjartasteðg hjá fólkum, sum annars eru væl fyri. Við nýggju vitanini ber møguliga til at loysa gátuna, hví summi ítróttarfólk brádliga fella um og fáa hjartasteðg.
Hvørt ár doyggja doyggja fólk av hjartasteðgi, hóast tey hava havt ein sunnan lívsstíl við røttum kosti og nóg mikið av rørslu. Leingi hevur tað verið ein gáta fyri læknar, hví hjartað hjá hesum annars sunnu fólkunum brádliga heldur uppat at virka.
Nú hava danskir granskarar funnið fram til ein ílegufeil, sum møguliga kann loysa gátuna.
- Vit hava funnið eina heilt nýggja ílegusjúku, sum kann geva álvarsama hjartasjúku. Sjúkan kann føra við sær hjartasteðg hjá bæði børnum og vaksnum, sigur Anders Børglum, ið er professari á Institut for Biomedicin á Aarhus Universiteti.
Hann er ein av granskarunum handan nýggju kanningina, sum júst er almannakunngjørt í tíðarritinum The American Journal of Human Genetics.
Anders Børglum heldur, at nýggja vitanin um ílegufeilin møguliga kann vera við til at forklára, hví kend ítróttarfólk brádliga eru fallin um á fótbóltsvøllinum ella á súkkluni.
- Mann hoyrir serliga um hesi ítróttarfólkini, tí tað kemur í avísirnar, tá tey brádliga doyggja. Í summum førum kann orsøkin vera ein ókend hjartasjúka, men vit vita framvegis ikki, um onkur av hesum tilfeldunum kunnu forklárast við tí ílegusjúkuni, vit hava funnið fram til. Tað er als ikki óhugsandi, og vit kanna tí framvegis henda ílegufeilin, sigur Anders Børglum.