Tí er talið á starvsfólkum í ALS ikki minkað

Løgtingslimur undrast á, at talið á starvsfólkum í Als ikki minkar, samstundis sum at talið á arbeiðsleysum er nógv minkað. Tað hevur Henrik Old eina frágreiðing upp á

Tað er ikki beinleiðis samanhangur ímillum talið á starvsfólkum í umsitingini í ALS, og talið á arbeiðsleysum.

 

Tað staðfestir Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, hevur spurt hann, hvussu tað ber til at talið á starvsfólki í fyrisitingini í Als alsamt veksur, samstundis sum at arbeiðsloysið alsamt minkar.

 

 

Les eisini her: Als hevur eitt starvsfólk fyri hvørji 12 arbeiðsleys

 

 

Men Henrik Old sigur, at hóast tað ongin beinleiðis samanhangur er ímillum hesi bæði, hevur ALS lagað starvsfólkatalið til tørvin og lækkandi arbeiðsloysið og sostatt var talið á starvsfólkum ein fjórðinh minni í fjør enn tað var í. Og tað er eisini sannlíkt starvsfólkatalið minkar enn meiri í ár.

 

Henrik Old sigur, at tað eru fleiri orsøkir til at talið á starvsfólki ikki minkar í samsvari við at arbeiðsloysið minkar.  

 

– Ein orsøk er, at hóast arbeiðsloysið er støðugt minkað, eru tað framvegis nógv fólk, sum verða arbeiðsleys og endað í ALS. Sostatt er tað altíð ein stórur gjøgnumtrekkur av fólki, sum koma í ALS og sum fara úr aftur ALS, og tí er altíð arbeiðið til starvsfólkið.

 

– Í fjør vóru tað sløk 1400 fólk, sum gjørdust arbeiðsleys og komu í ALS, og higartil í ár er talan um eini 900 fólk.

 

Henrik Old sigur eisini, at tá ið arbeiðsloysið minkar, og tørvurin á starvsfólki til at viðgera umsóknir sostatt minkar, verður arbeiðsorkan nýtt til aðrar uppgávur í staðin. Eitt nú hevur ALS styrkt eftirlitið

 

Samstundis stendur tað nú í lógini, at ALS skal skipa fyri tiltøkum fyri tey, sum eru arbeiðsleys.

 

– Hetta er lutfalsliga nýtt, og tí ber ikki til at samanbera talið á starvsfólkum í fjør við talið fyri 10 árum síðani, tí arbeiðsuppgávurnar eru so nógv øktar.

 

Men landsstýrismaðurin sigur, at talið á teimum, sum viðgera mál, sum hava við sjálvt arbeiðsloysið at gera, er minkan næstan heina helvt hesi seinastu árini.