Tí er tað neyðugt at senda tann rætta á Fólkating

Ja nú er tíðin komin, har allir flokkar her heima bjóða seg fram til at umboða Føroyar á fólkatingi, og nú royna at siga veljaranum frá, hví júst teir eru teir rætti at senda niður til Danmarkar.

Tá kann eg ikki lata verða við at stilla meg henda spurning. Hvat vilja nógvir av hesum flokkum gera, tá teir møguliga eru komnir í Fólkatingið.
Sambandsflokkurin hevur víst í verki, at hann vil fáa tað besta burtur úr tí ríkisfelagsskapi, vit eru í partur av og harvið skapa teir bestu og tryggastu karmar fyri allar føroyingar, sum vilja nema seg útbúgving í Danmark, ella hava onnur ynski.
Tað er ongin loyna, at Sambandsflokkurin stendur næstan púra aleinaður í dag, tá tað snýr seg um at hava eitt gott og væl virkandi samstarv við Danmark.
Lurtar mann eftir, hvat hinir flokkarnir her heima hava at siga um Danmark og ríkisfelagsskapin, ja tá kann mann bara undrast á, hvat teir vilja til Danmark eftir.
Mín meining er hendan, at Sambandsflokkurin er einasta brúgv ímillum okkara lond í dag. Ein brúgv sum ger tað møguligt, at vit føroyingar kunna senda okkara ungu niður til Danmark og víðari út í heim at vinna sær útbúgvingar á jøvnum støði við okkara grannalond, nakað sum ikki nógv onnur lond kunna erpa sær av, og ikki fyri at tosa um tað peningaliga, sum ríkisfelagsskapurin hevur at týða fyri júst hesi, sum eru farin undir útbúgving í útlondum, harímillum í Danmark.
Eg tími ikki at fara inn á, hvat hinir flokkarnir vilja, tí tað hava teir víst í verki og tali, men eitt er so vist, Sambandsflokkurin fer niður til Danmark á fólkating fyri at byggja upp, ikki fyri at bróta niður, og tað er júst hví eg velji at stuðla teimum, so at vit Føroyingar kunna hava eina sterka og trygga brúgv at ferðast eftir, brúgvin, ið eg velji at kalla Samband.