Tá ein hít blívur til eina veðurballón

Hergeir Staksberg

 

Tað ið hetta snýr seg um, eru tvey lesarabrøv hjá Svenningi av Lofti viðv. uttandura skeinkiloyvi. Seinna lesarabrævið var eitt aftursvar til mín og nakrar hugleiðingar um evnið. Eg royndi so væl eg kundi at finna eitt aftursvar í seinna lesarabrævinum, men tað var eins og at flysa ein leyk. Eg flusti leykin lag fyri lag í vónini um at finna kjarnina í aftursvarinum, men tá eg var komin ígjøgnum øll løgini, fann eg útav, at ongin kjarna var og tað, sum í besta falli spurdist burturúr flusta leykinum vóru nøkur tár í eygunum.

Eitt, sum eg havi bitið merki í, er framferðarhátturin hjá Svenningi. Tað ið eykennir framferðarháttin hjá summum sterkt trúgvandi fólki, er at tey eru komin fram til eina statiska niðurstøðu, áðrenn tey hava neyðug fakta at stuðla niðurstøðuni. Vísundin sigur hinvegin: fakta fyrst, síðani kemur ein niðurstøða, ið er dynamisk.

Hátturin hjá Svenningi hoyrir heima í tí fyrra døminum, har hann er komin til eina heldur hysteriska niðurstøðu, uttan at tonkja seg stórvegis um. Bestu dømini upp á tað mótsatta eru: “war on drugs” kampagnan í USA og rúsdrekkaforboðið, ið elvdi til stór mafiakríggj og onnur lógarbrot, heldur enn at tálma nýtsluni.

Eitt annað, ið er at finna í “aftursvarinum” er, at Svenning hevur ein tendens til at generalisera og koyra øll í ein pott. Hann sigur, at øll eru potentiel offur fyri at detta úti rúsdrekkamisnýtslu um ølin verður drukkin uttandura heldur enn innandura. Slík tankagongd svarar til, at allir týskarar hava ein potentiellan Hitler í búkinum, allir muslimar eru potentiellir sjálvmorðsbumbarir, øll, ið eiga ein knív eru potentiellir mordarar o. s. fr. Tað eg meini við, er, at tað fara altíð at vera undantøk, ið oyðileggja tað fyri hini, men harfrá og til at siga, at øll eru eins og undantakið, er ein langur vegur. Um vit skulu laga samfelagið eftir undantøkunum, so mugu vit banna skúlar, bilar, knívar, bátar, mat o.s.fr., tí hesi kunnu øll misnýtast.

 

Óspiltur ungdómur vs. spiltan ungdóm

Hjartamálið hjá Svenningi tykist verða at verja tann óspilta ungdómin. Óspiltur ungdómur merkir í hesum førinum: ungfólk, ið ikki drekka. Hetta má so merkja, at ungdómur, ið smakkar sær á er “spiltur ungdómur”.

Hendan niðurstøðan hevur onki at gera við, hvussu stórar mongdir blíva druknar. Eftir Svenningi at døma, so gerst ein spiltur um ein drekkur í vikuskiftinum. Um talan er um eina øl ella ein kassa... tað kann vera líkamikið.

Um vit brúka tríggir heimskendar menn sum dømi um spilt og óspilt fólk, so fer tað at síggja soleiðis út:

Tann fyrsti er eitt dømi upp á ein “spiltan” persón. Hann samstarvaði við politikarar, ið ikki høvdu reint mjøl í posanum og ráðførdi seg hjá astrologum. Hann hevði tvær elskarindur, var keturoykjari og drakk 8-10 gløs av Martini um dagin.

 

Hesin er enn eitt dømi upp á ein “spiltan” persón. Hann bleiv koyrdur frá embætinum tvær ferðir, hann kláraði seg illa í skúlanum vegna orðblindni; hann fór upp á døgurðatíð, roykti opium á universitetinum og drakk ein kvartan litur av whiskey um dagin.

 

Her er talan um ein óspiltan mann. Hann var ein høgt virðismett kríggshetja. Hann var vegetar og roykti ikki.

 

Hvørjir vóru so menninir? A) er Franklin D. Roosevelt. B) er Winston Churchill og C) er Adolf Hitler... so kann mann tyggja eitt sindur upp á tað.

 

Tað óspilta, perfekta og keðiliga lívið

Jamen, er tað neyðugt við rúsdrekka? Tað fari eg ikki at gera meg klókan uppá, men eg haldi, at øll skulu hava rættin til avgera sjálvi. Eg vil ikki hava nakran annan at taka ta avgerðina fyri meg. Hvat eg geri við mín kropp og hvussu eg livi mítt lív má vera upp til mín sjálvs, so leingi eg ikki eri til ampa fyri onnur. Tá ið onkur byrjar at kroysta sína fatan av tí perfekta lívinum oman yvir meg, so sigi eg stopp. Tað veri seg um eg eti ein burgara, eri atheist, lurti eftir hørðum tónleiki ella drekki eina øl úti. Hesum vali vil eg sjálvur vera harri yvir. Um Svenning heldur tað vera best fyri meg ella óspiltan ungdóm at brúka alt lívið í einum tryggum skúmbelagdum grulvigarði, ílætin heit klæði, turriklæð, húgvu, oyraklappar og við bindi fyri eyguni, so veruleikin gerst so fjarður sum gjørligt og eg livi eitt so trygt og vandaleyst lív sum yvirhøvur til ber, so takki eg nei!

Um nakar gerst alkoholikari orsaka av at drekka eina øl úti, heldur enn inni, so má tað verða fyrsta og einasta dømi í heimssøguni, tí hesin hevði uttan iva farið at drukkið fyrr ella seinni.

Talan er bert um at drekka eina øl úti, heldur enn inni... heilt erligt: hvat er trupulleikin? Kanska skuldi eg heldur drukkið tvær inni ístaðin?