Tá eg fekk blóðpropp

Klumma: Í síðstu viku fekk eg blóðpropp, varð sendur niður og var í lívsvanda - ella tað var í øllum førum søgan

Í síðstu viku fekk eg blóðpropp, varð sendur niður og var í lívsvanda.

Ella tað var í øllum førum søgan, sum gekk her heima, samstundis sum eg var staddur uttanlands – frískur og væl fyri.

Fyrstu ferð, eg frætti um mín blóðpropp, var mánadagin í farnu viku, tá ið ein vinmaður skrivaði til mín:

- Ert tú í Wien nú? Hoyrdi tú vart innlagdur, men tað passar kanska ikki?

Spurdi hann, hvat mann verður innlagdur fyri í Wien.

Og soleiðis var tað eisini fyri fyrst. Eitt sindur festligt og skemtiligt, at fólk skuldu ganga og siga søguna um mína lívshóttandi sjúku, meðan eg spákaði mær ein túr í kuldanum framman fyri Stephansdom í eysturríkska høvuðsstaðnum.

Men ikki tí – tað kann henda fyri ein og hvønn, nær tað skal verða. Vit eru skroypilig menniskju, sum kunnu verða rakt av sjúku ella ólukku, nær tað skal verða. Í so máta var einki løgið í, at eg kundi havt fingið ein blóðpropp.

Men alíkavæl. Eftir nakrar dagar var tað ikki so festligt meira. Fólk spurdu seg fyri hjá fólki rundan um meg fyri at vita, hvussu tað gekst, og hóast eg legði eina dagsaktuella mynd á facebook og sipaði til leysasøgurnar, so hjálpti tað ikki stórvegis, og eitt vinfólk skrivaði til mín:

- Eg hoyrdi tvær konur práta í dag, og onnur visti at siga, at tú hevði fingið blóðpropp í hjartað og vart fluttur á Ríkissjúkrahúsið, og har stóð illa til. Vónirnar vóru ringar.

Helst er søgan íkomin av eini misskiljing, og nú má tað ringasta av slatrinum verða avhasað, men tað er næstan ræðandi at síggja, hvussu skjótt og víða slíkar søgur kunnu ferðast, uttan at nakað sum helst hald er í teimum.

Og vit kenna eisini øll til at verða við í kórinum, sum heilhjartað syngur sangin uttan at vita, um veruligt hald er í yrkingini.

Men onkuntíð rýkur veruliga av ongum brandi – tíbetur!